Hoyvíkingar hanga í

H71 vann tryggan sigur á Neistanum, og halda soleiðis fast í vónini um finalupláss

Tapið hjá VÍF móti KÍF ber við sær, at StÍF og H71 enn hava ein lítlan møguleika at røkka einum plássi í FM-finaluni.

 

Myndir frá dystinum síggjast her

 

Skal hetta henda, so eru ráðini tó ikki til nakað mistak, og í so máta greiddi H71 sína skyldu, tá Neistin vitjaði í dag.

 

H71 vann nevnliga tryggan sigur, og tað var longu fyri steðgin, at hesin varð grundlagdur. Tá eitt korter var farið, stóð 9-4 á talvuni, og tí leiðsluna slapp Neistin ongan tíð at hótta.

 

H71 hevur nú 14 stig, meðan VÍF hevur 18. StÍF hevur somuleiðis 14 stig, men teir hava spælt ein dyst færri.

 

H71-Neistin 31-23 (16-12)