Eingin stendur dreingjunum umborð á 5-mannafarinum Ingibjørg kurl, tá ið tað ræður um kappingina í barnaróðrinum.
Í dag er varmakelda í Fuglafirði. Fyrsti róðurin var dreingjaróðurin í barnakappingini, har tað verður kappast á 500 metrum.
Ingibjørg hevur vunnið allar tríggjar ferðirnar fyrr í summar. Aftur í dag var Ingibjørg fyrst á mál. Tað var ein skutur aftur til Firild hjá Froðbiar Sóknar Róðrarfelag, sum vann sera tøttu kappingina um silvurplássið við Tjaldrið hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ.
1 Ingibjørg 02.38.13
2 Firildur 02.39.24
3 Tjaldrið 02.39.32
4 Jallurin 02.45.36
5 Falkur 02.47.46
6 Svalan 02.50.38
7 Ternan 02.51.38
8 Beinta 02.53.03
9 Ørnin 02.55.36
10 Knúkur 03.07.06