HR ætlar sær at telja gull um eitt ár

Hóast hetta róðrarárið hevur verið millum tey lakastu hjá vertunum fyri ársins síðsta kappróðri, so vísir formaðurin staðiliga aftur, at tey hava mist mótið í Havnar Róðrarfelag

Ólavsøka

Hóast mjørkin er tjúkkur, so hevur seinastu vikuna sama myndin verið at hóma á Havnarvág, sum er afturvendandi hesa ársins tíðina. Frá tíðliga á morgni og út á kvøldið síggjast kappróðrarbátar aftur og aftur stríða seg av Argjalandinum og framvið Molanum og inn undir Skipafelagið.
Stutta ólavsøkumálið  er bara stívliga 901 metrar  verður róð umaftur og umaftur, og íti verða sett og tøk tald. Fram úr mjørkanum hoyrast reystu røddirnar á stýrimonnunum, sum geva boð. Soleiðis eigur tað at vera, og soleiðis er tað.
At ferðslan er stór á Havnarvág boðar eisini frá, at áhugin fyri kappróðri er ógvuliga stórur í høvuðsstaðnum. Havnar Róðrarfelag er størsta felagið. Í ár er felagið umboðað í FM kappingini við átta manningum, og harafturat luttaka teir í barnaróðrinum  bæði hjá gentum og dreingjum.
HR er tað felagið, sum tilsamans hevur vunnið nógv mest. Hini feløgini í høvuðsstaðnum eru Knørrafelagið og Argja Róðrarfelag. Fleiri aðrar manningar venja altíð á Havnarvág. Eitt nú Vágbingur, Nólsoyingur og Nevið Reyða.
Í hesi vikuni hava bátarnir verið uppaftur fleiri. Tað eru fleiri manningar, ið mest sum kenna tað sum part av fyrireikingunum, at tær skulu til Havnar at rógva málið nakrar ferðir.
Oftast eru fleiri manningar hjá Havnar Róðrarfelag við í telvingini um FM heitið. Havnarbáturin hevur vunnið nógv FM heiti, og í HR og høvuðsstaðnum sum heild plagar tað at kennast serligur spenningur, tá ið Havnarbáturin undan síðsta róðrinum hevur verið í kapping um FM heitið við eitt nú Vestmenning, Nólsoying ella Eysturoying.
Soleiðis er tað ikki í ár. Í fjør vann HR tvey FM heiti. Sílið við kvinnum og Gongurólvur við monnum vóru best. Undantøkini hava verið fá, tá ið HR ikki hevur vunnið okkurt FM heitið. Í 1998 og í 2000 vann HR einki FM. Síðani hava tey verið fleiri. Men í ár er aftur øskukalt, tá ið tað ræður um FM heiti.
- Vit vóna, at Ørvur og Sílið við kvinnum fara at vinna á Ólavsøku. Eingin onnur manning hjá okkum hevur realistiskan møguleika at vinna. Harvið kunnu vit staðfesta, at talan hevur verið um rættuliga soltið ár hjá okkum, staðfestir Paul á Krákusteini, formaður í Havnar Róðrarfelag.
Burtursæð frá onkrum árum, tá ið hann hevur verið til skips, hevur hann verið við í Havnar Róðrarfelag, síðani hann fyrstu ferð í 1980 var við til at manna Sílið. Seinastu 7-8 árini hevur hann verið kassameistari og eisini næstformaður. Undantakið var 1998-2000, tá ið hann var formaður í felagnum. Tað er hann aftur nú.
- Royndirnar siga, at tað koma sovorðin millum ár. Onkur sigur ivaleyst, at tey eru miseydnað, og tað eru tey í FM heitum. Men vit velja at síggja tað upp á tann mátan, at vit hava sett fólk við, og at hetta heilt víst fer at síggjast aftur í úrslitunum næsta ár og aftur næsta ár, sigur Paul á Krákusteini.
Vil tað siga, at tit eru nøgd við úrslitini hjá tykkara bátum?
- Vit eru vónbrotin og staðfesta, at viðhvørt stemmar tað ikki. Umborð á Havnarbátinum eru menn, sum hava vunnið nógv, og sum altíð hava havt rætta hugburðin. Vit roknaðu við, at tað fór at hilnast væl hjá teimum í ár, men skaðar bóru mistreysti og harvið útskiftingar við sær. Umborð á Gongurólvi er miðal aldurin 17 ár. Allir kundu teir havt róð við Sílinum, men teir vildu sleppa umborð á 6-mannafarið. Hetta verður heilt víst íløga í komandi ár hjá teimum, vónar HR formaðurin, sum eisini veit at siga, at allir umborð á Ørvi longu hava gjørt av at vera við til at manna bátin aftur næsta ár.