HSF er til reiðar til tað stóra steypafinaluvikuskiftið

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hallur Danielsen frá HSF vitjaði Rásarúmið í dag til eitt upptaktsprát

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr upptaktsprátið Tróndur Arge hevði beinleiðis á Rás2 við Hall Danielsen frá HSF í samband við, at steypafinalurnar í Faxe Kondi kappingini verða leiktar hetta vikuskiftið.

 

Hallur Danielsen staðfestir, at í HSF eru tey so klár, sum tey kunnu verða til tað, sum eru tveir stórir veitsludagar fyri føroyskan hondbólt.

 

Hallur Danielsen væntar eina sera javna finalu hjá kvinnunum millum Neistan og Kyndil, meðan hann hevur H71 sum ein lítlan favoritt í mansfinaluni ímóti StÍF.

 

Tróndur Arge sigur frá kvinnufinaluni ímillum Neistan og Kyndil, sum byrjar klokkan 13.30. Teitur Joensen verður viðmerkjari. Hilmar Jan Hansen sigur frá mansfinaluni millum H71 og StÍF, sum byrjar klokkan 16. Claus Rasmussen verður viðmerkjari. Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7. Vestmenningar lurta við á STAÐIÐ FM 101.