Hóndbóltssambandið er farið í gongd við leikaramenning aftur i ár. Ársins fyrsta leikaramenning hevur verið um vikuskiftið fyri hondbóltsspælarar føddir í 2004 og 2005. Heili 167 ungdómar luttóku.
Spælaramenningin hesaferð vardi í tveir dagar, har skipað varð fyri hondbóltsvenjing, styrkivenjing, fyrilestri, hugna og náttarvisti.
Hondbóltsfelagið VÍF hýsti spælaramenningini, sum var í høllini í Vestmanna. Hondbóltssambandið boðar frá, at spælaramenning verður tvær ferðir um mánaðin. Leygardagin verður spælaramenning fyri børn fødd í 2006.
Ungir greinini síggjast myndir frá spælaramenningini, sum Hondbóltssambandið hevur tikið.