Endamálið við at fáa kynsrættað undirvísingaramboð í skúlan, eigur at vera at styrkja sjálvsálitið og samleikan hjá tí einstaka næminginum.
Og tað skal í seinna enda gera, at kynsbýtið á arbeiðsmarknaðinum verður javnari, enn tað er í dag.
Kvotering ber ikki til at satsa upp á í allari framtíð.
Hetta sigur Kirsten Brix, sum var við í javnstøðubólkinum, ið luttók í Kvinnupolitiska verkstaðnum í Norðurlandahúsinum seinasta vikuskifti
Men tað gerst ikki við bókum og ørðum undirvísingartilfari einsamøllum.
Tað skal rætti hugburðurin til hjá tí, sum undirvísir.
Tilfarið tillagast
Tað er eingin ivi um, sigur Kirsten Brix, at frálærutilfarið skal tillagast.
Men tað ber ikki til at gera lærubókatilfar við peikifingri.
Tað nyttar einki at undirvísa í javnstøðu. At trútta niður í børnini, at soleiðis eiga tit at gera, dreingir og gentur. Tað ber einfalt ikki til, tí tað møtir beinanvegin mótstøðu heldur enn einum opnum sinni hjá næminginum.
Tað eru dømi í bókmentunum, har javnstøðan bara er ein sjálvfylgja, uttan at nakar hugsar um tað, vísir Kirsten Brix á. Tað eru bøkurnar hjá Astrin Lindgren, Ronja Ránsmannadóttir, Brøðurnir Leyvuhjarta og Mio mín Mio, bert fyri at nevna nakrar.
Kirsten Brix metir, at høvundin ótilvitað hevur latið bæði gentur og dreingir sleppa fram at við egnum virðum. Og úrslitið er, at báðir partar gerast ríkari hvør sær.
Ymsir leiklutir
Ein orsøk til støðuna í dag er, sigur Kirsten Brix, at gentur og dreingir hava hvønn sín leiklut í samfelagnum.
Tað ber væl til at lata genturnar sleppa at smíða í skúlanum. Men fyri at tær skulu sleppa rættiliga framt, er neyðugt at lata dreingirnar gera okkurt annað ímeðan.
Tí tað fellur líkasum meira natúrligt hjá dreingjunum at smíða, og so troðka teir bara genturnar av.
»Vit síggja her, at siðbundni leikluturin verður eitt haft,« sigur Kirsten Brix.
Tilfarið endurnýggjast
Vit síggja enn í dag bøkur, sum ganga uppá, at Per er tann raski og buldruti drongurin, meðan Ása er rein og fitt.
Tað er sjálvandi í lagi, at
næmingarnir í dag fáa at vita, hvussu tað var fyrr. Men tað kann ikki vera meiningin, at tað skal vera tað einasta, tey læra, sigur Kirsten Brix.
Vit eiga alla tíðina at fylgja við, hvat undirvísingartilfari viðvíkur. Og tað átti at borið væl til, heldur hon. Tí í Føroyum eru nógvir lærarar, sum eru førir fyri gera hetta tilfarið.
Tað er sjálvsagt, at teir lærarar, sum kundu hugsast at verið við í slíkum arbeiði, skulu gera tað av egnum vilja. Og vit eiga at gera tað í samstarvi við Lærarafelagið.
Tað er greitt, at slíkt fer at kosta eyka í ráðlegging, men tað fer ikki at kosta eyka í lønum, sigur Kirsten Brix.
Kanska ein einstakan eyka lærara av og á.
Men trupuleikin í hesum førinum er, at skúlarnir hava ikki nóg nógvar pengar til at endurnýggja tilfarið fyri.
Eitt annað er, at tá nýtt tilfar kemur, eiga lærararnir eisini at lærast at brúka tað. Tað vil siga at sleppa á skeið ella til aðra endurútbúgving.
Tað vísir seg ikki at vera nakar trupuleiki, tá søkt verður aðrastaðni um skeið og endurútbúgvingar. Bara ikki á skúlaøkinum.
Og tá so politikkararnir taka peningin, sum settur er av til endurútbúgvingina, at nýta aðrastaðni, er so lítið at gera.
Kirsten brix vísir á, at Íslendingar hava havt eitt sonevnt »pilotprojekt«, sum sjálvandi eisini kostaði pengar. Men teir fingu ES pengar at fíggja tiltakið við.
So tað átti eisini at borið til hjá føroyingum at søkt danskan og ES stuðul til okkara útbúgvingastovnar.