Sjálvsikkur sum fáur setur hann seg í stólin. Til reiðar at tosað um eitt fjølbroytt og spennandi fótbóltslív, og eina nýggja spennandi avbjóðing sum venjari hjá aldursforsetanum í føroyskum fótbólti.
Hann er sum altíð væl ílatin. Koyvboy buksur, hvítari troyggju við svartari cardigan og einum gráum turriklæði um hálsin. Hárið situr sum tað skal og skeggið er væl klipt. Hann er málrættaður tá hann tosar. Tú kennir ongantíð á tær, at hann bara sigur okkurt ella at hann tosa í tóman heim. Heldur hyggur hann teg í eyguni, og við eyðkendu røddini dregur hann teg í ein heim har alt ber til. Ein heim har tú kanst bjóða heiminum av – og vinna.
Hann trýr upp á síni egnu evnir. Tað er hann heldur ikki bangin fyri at siga.
– Hví skal tú avmarka teg til metingarnar hjá øðrum? Hví skal TB bara spæla fyri at yvirliva, tá teir kunnu meir, sigur Hans Fróði spyrjandi.
Hetta er afturgangandi gjøgnum alla samrøðuna við 37 ára gamla Leirvíkingin, sum aldrin hevur trivist so væl sum nú.
Tað eru ikki mørk fyri hvat tú kanst og hvussu langt tú kanst røkka. Tað krevur at tú trýr upp á tíni evnir, og at tú fær ein møguleika at mennast.
Við íblástri úr fjølbroytta og spennandi lívi sínum, ætlar Hans Fróði at geva TB og ungu spælarnum ein møguleika at mennast – uttan mørk.
Stoltur LÍF’ari
Hans Fróði er uppvaksin í eini fótbóltsfamilju í Leirvík, sum hevur røtur í bæði 66’ liðnum hjá KÍ og á besta liðnum hjá LÍF. Felagið hevur sína glæsiligastu tíð í 80'unum, tá Hans Fróði er ein ungur fólkaskúlanæmingur.
Hann spælir við LÍF og hugurin er góður. Vøllurin er av grúsi og umstøðurnar eru ikki av teimum bestu. Tað ávirkar tó ikki Hans Fróða og hinar í LÍF.
– Eg kann ikki minnast, at vit grenjaðu um vøllin. Tað einasta eg kann minnast var, at lakið plagdi at hanga fast í sárunum, sum vit fingu av at tveitta okkum í taklingar, sigur Hans Fróði.
Millum spælararnar eru bretski bóltsnillingurin Martin Nugent, brøðurnir Jógvan Júst og Ólavur Olsen, Kári Nielsen og Berg Vatnhamar.
Serliga nevnir hann Martin Nugent, sum ein tann besta spælaran, ið føroyskur fótbóltur nakrantíð hevur sæð.
– Tað var ein tíð tá fólk tordu at trúgva upp á alt. Alt bar til, sigur Hans Fróði.
Tað merkist greitt á honum, at hann metir hetta er ein góð tíð at veksa upp sum fótbóltsspælari. Undangongumenninir tora at trúgva, ófyrigevandi vøllurin flytir pínumarkið og samanhalda í felagnum er avbera gott.
– Vit vóru stoltir av at vera LÍF’arar, sigur leirvíkingurin.
Hans Fróði kemur á besta liðið og spælir við LÍF fram til 1996. Hann spælir nógv saman við millum annað Terja Lervig, Gert Langgaard og Kristiani Á Reynatrøð, umframt fleiri øðrum. Sum fótbóltsspælari mennist Hans Fróði. Hann ger lítið um seg í skiftirúminum, og hevur stóra virðing teimum eldru leikarunum. Hann tekur eisini við læru av teimum feilinum hann ger.
– Eina ferð hevði eg drukkið nakrar øl undan eini venjing. Aldrin havi eg havi eina so ringa venjing, og eg lovaði mær sjálvum aldrin at drekka fyri venjing ella dyst aftur, tí eg sá hvussu nógv tað ávirkaði avrikið. Tað situr enn fast í mær, sigur Hans Fróði.
Besta deildin og landsliðsboð
Mitt í 90'unum livur LÍF eina tilveru í næstbestu deildini. Tað eru spælarar á liðnum, sum vilja royna seg millum teir bestu. Tað gerst alsamt meiri vanligt at spælarar hugsa um seg sjálvar, og taka avgerðir, sum ikki fella í góða jørð hjá viðhaldsfólkunum.
Hans Fróði kennir á sær, at LÍF ikki kann geva honum tær avbjóðingar, sum hann ynskir. Tað eru boð eftir honum av Toftum, men tað er torført at venda barndómsfelagnum bakið. Fleiri røddir vilja ikki hoyra talan um eitt skifti.
– Í dag eri eg glaður fyri at eg lurtaði eftir teimum røttu røddunum, og ikki teimum, ið bara hugsaðu um sína egnu reyv, sigur Hans Fróði, sum í 1996 skiftir til B68.
Tað gerst skjótt greitt, at hetta er ein røtt avgerð. Avrikini eru góð og Hans Fróði heldur fram at menna seg á einum liðið, ið telur menn sum Øssur Hansen og Fróða Benjaminsen.
Í apríl mánaði fer landsliðið til Jugoslavia. Hans Fróði er við vegna avboð. Hetta gerst ein minnisríkur túrur fyri leirvíkingin.
Kríggj hevur herjað í Jugoslavia, og tað bæði sæst og merkist. Fyri Hans Fróða er talan um ein púra ókenda støðu, og hann roynir bara at fáa sum mest burtur úr upplivingini.
Føroyska landsliðið gistur á sama gistingarhúsið sum Jugoslaviska landsliðið. Frá at hava spælt í næstbestu deildini stendur Hans Fróði nú andlit til andlit við fótbóltsstjørnur sum Dejan Savicevic, Savo Milosevic, Predrag Mijatovic, Darco Pancev og Sinisa Mihajlovic.
Tað er tó ein annar av spælarunum á Jugoslaviska landsliðnum, sum veruliga staðfestur, at Hans Fróði nú er komi í ein nýggjan heim. Tað er lágvaksni og næstan skalluti Bolton spælarin, Saša ?ur?i?.
– Eina dagin kom hann gangandi við tveimum lekkrum damum inn á gistingarhúsið. Eina undir hvørjum armi, greiður Hans Fróði frá og flennur.
Leirvíkingurin kemur ikki inn í dystinum, sum endar við 3-1 sigri til Jugoslavia.
Í Føroyum fær Hans Fróði ein skaða og spælir ikki so nógv í seinnu hálvu. Hann velur eftir lokið kappingarár at skifta aftur til barndómsfelagið.
Tað gongur bara eitt hálvt ár, so er Hans Fróði greiður yvir, at hann má skifta felag aftur um hann skal koma víðari sum fótbóltsspælari.
Hesa ferð gongur leiðin til Havnar.
Ion kollveltur Hans Fróða
Um summarið í 1997 er tíðin aftur komin at skifta frá LÍF. Hans Fróði ringir til Oddbjørn Joensen, sum bæði hevur verið venjari og spælari í Leirvík. Hann er nýggjur venjari hjá HB, sum eltir grannarnar úr B36, sum standa til at vinna fyrsta meistaraheitið í longri tíð.
– Hann segði, at eg var vælkomin at venja við, men at hann einki kundi lova mær, sigur Hans Fróði.
Aftur her er Hans Fróði umringaður av stórum persónligheitum. Hann granskar tí skiftirúmið væl, og finnur sær eitt pláss, ið ongir annars hevur.
Í 1998 fær HB nýggjan venjara. Inn kemur rumenski Ion Geolgau, sum hevur tikið eystur evropska siðvenju við sær til Føroyar.
Hans Fróði lýsir Ion sum ein »svakligan« venjara. Aldrin hevur hann vant so hart. Eisini fær hann saman við tveimum øðrum spælarum eina yvirháling, tá teir koma forseint.
– Eg, Jóhannus Joensen og Magni á Lakjuni komu ein minutt ella tveir forseint til ein taktikk fund í HB húsinum. Tá vit koma fram er úthurðin stongd. Hallur Danielsen gongur framvið innanfyri, men yppir bara við øskluni, greiður Hans Fróði frá.
Ion hevur stongt hurðina. Stutt seinni fáa Hans Fróði, Magni og Jóhannus at vita, at teir als ikki eru í hópinum til dystin.
– Tað var pínligt. Hvat skuldu vit siga við viðhaldsfólk, sum spurdu hví vit ikki vóru við, sigur Hans Fróði og smílist.
Rumenski venjarin er ikki stinnur í enskum og tað er ein trupulleiki. Hann megnar ikki at orða seg, og til tíðir kemur boðskapurin ikki fram. Til aðrar tíðir er neyðugt at hugsa eitt sindur kreativt.
– Bjarki Mohr legði eina skeiva avlevering. Ion ýldi á síðulinjuni; »Bjarki, you need hospital«, sigur Hans Fróði og kann ikki lata verða við at grína.
Ion er eirindaleysur og velur sær nakrar spælarar burtur úr, sum hann ilskast mest inn á. Hans Fróði er ein teirra
– Eg skilti ikki hví hann altíð rópti eftir mær, og gav mær skyldina fyri alt møguligt, greiður Hans Fróði frá.
Tað er ikki fyrr enn nakað seinni út á árið, at Hans Fróði tekur seg saman og spyr Ion.
– Hann segði, at tað var tí hann visti at eg toldi tað. Tá hann segði tað, so bleiv eg eitt ella annað stað stoltur, sigur Hans Fróði.
Eisini er venjingarlega í Brøndby. Makarnir sleppa við, men tað eru ikki allar, sum eru í góðum lag. Menninir venja tríggjar ferðir um dagin. Um kvøldini liggja teir púra ferdigir í songini.
– Eg haldi vit vóru úti eina ferð allan túrin. Tann eina dagin kom eg ikki úr songini, tí kroppurin var so stívur, sigur Hans Fróði og ristur á høvdinum.
HB vinnur meistaraheitið í 1998. Hans Fróði hevur sítt besta kappingarár higartil. Árið eftir er geisturin tó burtur. HB endar á fjórða plássi.
– Eg haldi at hátturin hjá Ion riggaði fyrsta árið, tí tað var nakað nýtt. Seinna árið fór geisturin. Tað var ómenniskjaligt, staðfestur Hans Fróði.
Hann er nú fastur á landsliðnum og útlandið kallar.
Uppflytari við Sogndal
Í 2000 fer Hans Fróði til Noreg at royndarvenja við Sogndal, sum spælir í næstbestu deildini. Felagið hevur longu Kurt Mørkøre og Julian Johnsson í hópinum. Tað gongur væl og Hans Fróði fær sáttmála. Sogndal flytir upp og hetjan er Kurt Mørkøre.
– Hann er ein Zlatan Ibrahimovic týpa. Hann torir at vera egin og trýr upp á seg sjálvan. Hann var ein fantastiskur spælari, greiður Hans Fróði frá og fer at flenna.
– Hann kundi eisini blíva óður. Eina ferð taklaði Julian Kurt, sum reisti seg upp og fór rennandi eftir Julian, sum tvísporaði undan, sigur Hans Fróði flenanndi.
Venjingin mátti steðgast, meðan Kurt í øðini drønaði runt vøllin eftir Juliani.
– Aftaná eina løtu koma teir báðir pøstir og smílandi yvir til venjaran og biðja um umbering. Guð viti hvat hinir hava hugsað, leggur miðverjin afturat.
Hans Fróði verður tó ikki drúgvur í Sogndal. Tað eru boð eftir honum á Toftum. Pengafótboltur er av álvara farin at gera um seg í Føroyum, og B68 keypir miðverjan leysan. Hans Fróði spælir í trý ár við B68, áðrenn útlandið aftur kallar.
Tvey ár í Íslandi
Tað er Fram úr Reykjavík, sum vil hava Hans Fróða og Fróða Benjaminsen til Íslands at spæla fótbólt. Leiðslan spyr eisini Hans Fróða um hann hann viðmæla ein venjara.
– Eg viðmældi teimum Ion Geolgau, men tað skuldi eg ongantíð havt gjørt, ásannar Hans Fróði.
Samstarvið við Fram riggar als ikki, og rumenski venjari verður koyrdur frá longu aftaná tríggjar mánaðar í starvinum.
Tað gongur sum heild illa í felagnum. Hans Fróði fær ikki løn tá hann skal hava løn. Hvørki hann ella Fróði Benjaminsen sláa til. Sum heild eitt miseydnað ár fyri Hans Fróða.
Í 2005 skiftir hann til Breiðablik, sum spælir næstbestu deildini. Her gongur nógv betri. Hans Fróði kemur á ársins lið, liðið flytir upp og hann fær vinir fyri lívið.
Alt leggur upp til at halda fram í felagnum, men konan trívist ikki.
– Eg angri í dag, at eg valdi at geva meg og flyta heim. Teir bjóðaðu mær ein góðan sáttmála og tað heila, sigur Hans Fróði nakað argur á málinum.
Tíðin á landsliðnum er komin at enda. Tað er dreymurin um yrkisfótbólt eisini. Í staðin velur Hans Fróði at taka av møguleikanum at verða leikandi venjari hjá barndómsfelagnum. Felagið liggur til uppflyting, men Hans Fróði hevur høvdið fult av øðrum hugskotum.
– Tað var mín skyld, at vit ikki fluttu upp tá. Eg hevði ov lítla tíð til at verða venjari í seinni hálvu, sigur Hans Fróði, men leggur afturat, at hann minniast aftur á 2006, sum eitt stuttlig og spennandi ár í LÍF.
Nýggj tíð nýggj avbjóðing
Ikki fyrr enn í ár er Hans Fróði Hansen aftur at síggja í føroyskum fótbolti. Hann flytur suður og verður ein partur av TB, sum júst hevur vunnið sær uppflyting til bestu deildina.
Leikluturin hjá honum er nakað ógreiður, til hann verður endaliga settur sum ítróttarstjóri. Tá kappingarárið var liðugt gjørdist greitt, at Milan Kuljic ikki heldur fram í felagnum.
Fleiri gitingar vóru frammi um hvør skuldi taka við, men tey mundu verða fá, ið roknaðu við at tað fór at blíva Hans Fróði Hansen.
Hans Fróði hevur seinastu tíðina tikið ymisk skeið, sum skulu til fyri at kunna verða venjari í Effo-deildini. Hann hevur ikki lokið A-prógvið, men tað skal hann so í holt við nú. Nógvu royndirnar sum spælari geva honm eisini eginleikar innanfyri yrkið.
Hans Fróði hevur eisini sína heilt greiðu hugsan um hvussu fótbóltur skal spælast. Tað skal verða uttan mørk við trúgv upp á ein sjálvan.
– Eg eri ikki ein, sum ger tingini sum hinir. Eg fari ikki at standa við eini taktikk talvu dagin langan, og greiða frá hvørjari einastu flyting, sigur Hans Fróði.
Hann vil hava spælararnar at trúgva upp á síni egnu evni og avgerðir. Hann vil ikki seta TB í ein kassa, sum sigur at málið bara er at yvirliva í bestu deildini, tí so røkka teir ikki hægri enn tað sama.
– Hví skulu vit avmarka okkum til tað? Fleiri spælarar skulu bara hava ein venjara, sum trýr upp á teir, og torir at geva teimum møguleikan, sigur Hans Fróði.
Hann er eisini útbúgvin »Mental Coach«. Tað er nakað, sum Hans Fróði metir manglar í føroyskum fótbólti. Hann vísur millum annað til teir mongu spælararnar, sum eru farnir av landinum, men eru skjótir heimaftur.
– Føroysk feløg ger einki burtur úr at venja spælarar mentalt. Tað verður næsta stigið í føroyskum fótbólti. Vónandi kann eg ganga undan í TB, sigur nýggi venjari hjá aldursforsetanum.
Mangan hevur Hans Fróði verið útstillaður í føroyska samfelagnum, men hann er ikki bangin fyri at taka móti enn einum slagi, miseydnast TB-ævintýrið.
– Flyta vit niður, so er tað mín skyld. Tað er einki trýst á mínum spælarum, sigur Hans Fróði.
Hann ætlar at bjoða stirvna spæliháttinum í føroysku kappingini av. Fótbólturin skal ikki verða avgjørdur á taktikk talvuni, men heldur í hjartanum og høvdinum.
Tað er ongin ivi um, at Hans Fróði Hansen trýr upp á nýggju verkætlanina hjá Tvøroyrar Bóltfelagi.
Samrøðan hevur verið ein ferð gjøgnum ein heim, har TB hevur møguleika at vinna hvønn tann einasta dyst í komandi kappingarári.
Megnar Hans Fróði at taka TB spælararnar við sær í tann heimin, so hevur aldursforsetin eitt spennandi kappingarár fyri framman.
- - -
Hans Fróði Hansen
Føddur: 25. juli 1975
Foreldur: Jóhanna í Ysthúsið og Sylverius Hansen
Unnusta: Charlotta Djurhuus
Starv: Høvðusvenjari og ítróttarstjóri í TB
Yrkisleið:
1990 - 1995 LÍF
1996 B68
1997 LÍF
1997 - 1999 HB
2000 Sogndal
2001 - 2003 B68
2004 Fram
2005 Breiðablik
2006 LÍF (Leikandi venjari)
2013 TB (Høvðusvenjari)