Hugburðurin telur nógv

Í HB arbeiða teir eftir trilvandi byrjan við at vinna sjálvsálitið, sum KÍ gestirnir síðsta sunnudag fingu sett dyggar skorðar undir

Fótbóltur

Klassikarin í Gundadali hevur øðrvísi dimensión hesa ferð, enn hann hevur havt tað nógvu tey seinastu árini. Heimaliðið plagar at vera omanfyri klaksvíkingar á stigatalvuni, og sjálvsálitinum plagar ikki at bila nakað í HB. Eingin ivi er um stóru fótbóltsevnini á HB liðnum. Spurningurin er, hvussu hesi skulu koma til kennar í góðari liðeind. Tað hevur nógv við hugburðin at gera.
Hesa ferð hava Krzystof Popczynski og HB meiri ella minni knívin á barkanum. Eftir ein sigur í fýra teimum fyrstu umførunum verður tað tungt at liva við einum heimadysti afturat uttan fulla úrtøku.
- Vit kundu bæði havt tapt og vunnið ímóti B36. Um tað eydnast at fáa øll stigini ímóti KÍ, so verða vit beinanvegin millum tey, sum fara at elta EB/Streym, verður staðfest í HB, har tað sammett við avrikini í fyrstu umførunum ikki kendist so galið sunnudagin, tá ið eitt stig kom til høldar ímóti B36.
Í HB vóru tveir sentralir miðvallarar leikbannaðir ímóti B36. Milan Kuljic verður aftur á HB miðvøllinum ímóti KÍ, meðan Kári Nielsen eisini verður leikbannaður sunnudagin.
HB verjuspælið hevur ikki verið serliga sannførandi, og spurningurin er, um Krzystof Popczynski fer at gera fleiri rokeringar og royndir. Ímóti B36 varð høgri vongverjin, Mortan úr Hørg, av HB viðhaldsfólkunum valdur at vera dagsins maður. Í hinum borðinum spældu Emil Nolsøe Leifsson og Poul Thomas Dam hvør sín hálvleik. Poul Thomas er møguleiki í miðverjuni, har Hans á Lag og Rasmus Nolsøe hava verið seinastu ferðirnar.
Tað er væl hugsandi, at KÍ sigurin á NSÍ fer at hava við sær, at einir trý hundrað klaksvíkingar fleiri fara í Gundadal sunnudagin, enn tað annars høvdu farið. Úr Klaksvík verður sagt, at hýrurin hevur verið góður undir venjingunum í hesi vikuni, og fótbóltsprátið er nógv í býnum.
Tony Paris og hansara menn fara at spæla umleið soleiðis, sum teir gjørdu ímóti NSÍ. Men tað fer ikki at bera til at gera tað við sama fólkinum, sum var við síðsta sunnudag. Álopsspælarin Erling Fles koykti fótin illa undir venjing týskvøldið. Hann verður neyvan at síggja næstu tvær vikurnar og kanska longri enn so.
Kristoffur Jacobsen, sum kundi havt verið avloysari fyri Erling Fles, fekk vøddaskaða mikukvøldið, tá ið hann spældi við unglingunum.
Chris Ceroni er ein møguleiki í framrættaðum plássi. Ein annar útlendingur, verjuspælarin Kareem Smith, var á beinkinum ímóti NSÍ. Um hann skal inn á liðið, so verður neyðugt við fleiri rokeringum. Spurningurin er, um KÍ venjarin er sinnaður at broyta so nógv upp á liðið, sum stóð seg væl síðsta sunnudag.