Hugburðurin tapti slagið fyri føroyingar

Fótbóltur: Estland var ikki fimm mál betri enn føroyingar hóskvøldið. Tað vóru heldur føroyingar, sum vóru fimm mál verr enn Estland. Og tað var fyrst og fremst føroyska hugburðinum til dystin, tað var galið við

Sjáldan hevur vónbrotið verið so stórt sum hóskvøldið, tá føroyska landsliðið tapti 5-0 móti Estlandi í Tallinn.

Vónirnar vóru góðar undan dystinum, og tað vóru eisini fleiri orsøkir til tað. Føroyar vunnu 2-0 á Estlandi í venjingardysti í Tartu 6. august 1997, og tað var enntá uttan menn sum Toda Jónsson og Jens Martin Knudsen. Fyrrnevndi var ikki við, og tann seinni sat á bonkinum í hesum dystinum, tá venjarin gav Jákupi Mikkelsen møguleikan.

Ein onnur orsøk var, at føroyski hópurin sá út til at vera sterkari enn nakrantíð fyrr. Óli Johannesen var ikki við orsakað av próvtøku, men allir hinir føstu vóru tøkir, og teir flestu av teimum høvdu eisini spælt væl í heimligu kappingunum.

Og so var tað sjálvandi spenningurin, sum altíð er, tá farið verður undir eitt nýtt landsliðsskeið. Onkur segði til stuttleikar, at um Føroyar vunnu í Estlandi, vóru vit nummar eitt í øllum Europa, eftirsum hetta var tann allarfyrsti undandysturin til EM í ár 2000. So sum úrslitið lagaði seg, eru vit nú í staðin aftast í øllum Europa?


Byrjaðu væl

Svenski dómarin Martin Ingvarsson bríkslaði fyrstu ferð stundisliga klokkan 19.15 lokala tíð ? klokkan var tá 17.15 heima í Føroyum ? og føroyingar settu dystin í gongd.

Beinanvegin setti Julian Johnsson ferð á frameftir, slapp framvið tveimum estlendingum og fekk eitt hornaspark burturúr. Øssur Hansen sendi hornasparkið innfyri, har Jan Allan Müller fekk høvdið á, men hann rakti ikki málið. Men ein góð byrjan, og tað sá út til, at føroyska liðið veruliga ætlaði sær okkurt í hesum dystinum.

Stutt seinni brendi tó á í føroyska endanum, tá Andres Oper fór ígjøgnum í vinstru síðu, men einki spurdist burturúr.

Yvirdimensioneraða stadionurið vísti, at trettan minuttir vóru spældir, tá Estland sendi hornaspark úr høgru síðu innfyri. Jens Martin var í so passivur, og Marko Kristal, sum serliga í fyrra hálvleiki var besti spælarin hjá einum annars ikki serliga góðum estlendskum liði, setti høvdið á, og bólturin fór í netið. Ein føroyskur verjuspælari stóð á málstrikuni, fekk høvdið á hann, men megnaði ikki at forða fyri málinum.

Hetta kom illa við hjá føroyska liðnum, sum fram til tá ikki hevði spælt verri enn heimaliðið. Sum heild høvdu teir umleið 4.000 áskoðararnir ikki sæð teir stóru málmøguleikarnar, men føroyingar tóktust hava gott tamarhald á, tá Estland skoraði eftir eina deyðbóltsstøðu.

Og føroyska liðið fall ikki í fátt. Fimm minuttir eftir málið høvdu bæði Julian Johnsson og Jan Allan Müller roynt seg við høvdinum, men uttan at raka málið.


Jan Allan offraður

Dysturin gekk sína gongd, og liðini skiftust um at hava bóltin, men hvørgin av pørtunum fekk nakað veruliga skipað spæl í gongd. Jan Allan arbeiddi sum ein hestur frammi á álopinum, meðan Todi Jónsson var sera anonymur og als ikki sá tendraður út. Hann hevði kortini eina góða roynd, tá hann í 38. minutti lyfti upp um ein verjuspælara og royndi at lobba bóltin upp um Mart Poom í estlendska málinum, men lobbið var ov høgt, og bólturin endaði aftan fyri málið.

Og tríggjar minuttir seinni kom avgerandi løtan í dystinum. Jens Kristian Hansen fekk eina vánaliga sending langt afturi á vøllinum, gleið, og so streyk Indrek Zelinski avstað við bóltinum. Komin inn í brotsteigin var hann sloppin framvið Jens Martini Knudsen, tá hesin tók beinini undan honum. Estlendski áleyparin gjørdi eisini sítt til, at dómarin skuldi síggja, at hann bleiv feldur, men brotssparkið kundi ikki diskuterast, og tað kundi reyða kortið til Jens Martin heldur ikki.

Føroyingar skuldu nú hava ein nýggjan málmann, og Allan Simonsen noyddist sostatt at offra ein føroyskan útispælara, so Jákup Mikkelsen kundi koma inn á vøllin. Tað bleiv Jan Allan Müller, sum saman við Jens Martini mátti takka fyri seg. Eitt sindur óskiljandi, tá hann var tann av teimum báðum føroysku álopsspælarunum, sum fram til tá hevði víst nógv mest.

Eingin ivast í, at Todi Jónsson er ein frálíkur fótbóltsspælari, men hann er ikki tann á landsliðnum, sum arbeiðir mest, og eftirsum tað kundi roknast við, at Estland fór at leggja seg á odda 2-0, var ringt at fáa eyga á tað skilagóða í at taka áleyparan, sum inntil tá hevði havt flest royndir á málið, út, tá tað veruliga skuldi arbeiðast.

Jákup Mikkelsen kom inn, men kundi ikki gera nakað við brotssparkið hjá Martin Reim ? tað kundi eingin heldur krevja av honum ? og støðan var nú tann, at Estland var á odda 2-0, Føroyar høvdu mist ein mann, og tveir minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki.


Sámal skoraði ? ikki

Hvat hendi í hálvleikssteðginum er ilt at siga, men føroyska liðið hevði ongan vilja eftir, ongan stríðshug, og dysturin bleiv hareftir. Estland byrjaði seinna hálvleik við at fáa eini tvey-trý hornaspørk beinanvegin, og við einum manni í yvirluta fingu teir takið á dystinum. Tað er kortini synd at siga, at estlendska liðið spældi væl. Sendingarnar vóru óneyvar, og tað gekk illa hjá teimum at fáa veruliga úrtøku burtur úr yvirvágini.

Svenska dómaratrioin dømdi stak væl, men í 59. minutti gjørdi hon ein av fáu feilunum í dystinum, og tað var ein stórur feilur.

Sámal Joensen, sum venjarin hevði valt framum liðfelagan Magna Jarnskor vinstrumegin á miðjuni, fekk eftir hornaspark bóltin nakað uttanfyri brotsteigin. Hann skeyt, og inni í málinum stóð ein estlendskur spælari fyri. Tíverri sá hvørki dómari ella linjudómari, at estlendingurin stóð hálvan metur inni í málinum, og at bólturin sostatt var innanfyri málstrikuna.

Hevði dómarin dømt mál her, hevði støðan verið 2-1, og hvat so hevði hent, kunnu vit bert gissa um. Men eydnan var ikki við føroyingum ta ferðina, og restina av dystinum var sera lítið um okkara menn.

Einasta royndin á málið, sum kom eftir tað, var tá Øssur Hansen í 78. minutti sendi eitt fríspark úr vinstru síðu beint upp um málið, tá estlendingar høvdu roknað við innleggi.

Minuttin áðrenn hevði Sergei Terehhov við vakrasta málið í dystinum lagt Estland framum 3-0. Bólturin varð sendur innfyri føroyska málið úr høgru síðu. Innleggið var vánaligt og fór upp um alla verjuna yvir móti vinstru síðu. Har kom Terehhov púra óvardur, og við einum klokkureinum fluktara sendi hann kúluna í netið og avgjørdi dystin med alla.

Allan Simonsen brúkti nú sínar tvær seinastu útskiftingar, tá hann setti Henning Jarnskor og Una Arge inn fyri ávikavist Øssur Hansen og Toda Jónsson. Men tað var ov seint, dysturin var avgjørdur. Høvdu Føroyar tapt 3-0, hevði tað ikki verið gott, men til at liva við. Men í staðin fingu estlendingar tvey mál afturat, og bæði vóru eftir sløsut føroyskt verjuspæl.

Fyrst slapp Andres Oper í aðru atløgu at økja til 4-0, tá hann stóð púra blankur fimm metrar frá málinum, og í seinasta minutti av dystinum setti verjuspælarin Urmas Kirs punktum, tá hann eftir hornaspark úr vinstru stútaði í netið til 5-0.

Føroyska liðið var sligið knock-out og groggy, meðan estlendingar høvdu eitt sjáldsamt høvi til at fegnast um ein sigur, sum gjørdist størri, enn nakar, sjálvt estlendingar, høvdu ímyndað sær bert tveir tímar frammanundan.


Vánaligur hugburður

Tá eitt lið, sum ein frammanundan hevði mett sum møguligan vinnara av einum dysti, endar við at tapa sama dyst 5-0, er neyðugt at leita eftir orsøkum.

Fremsta orsøkin til, at Føroyar taptu (uttan at hugsa um hvussu nógv), var sjálvandi, at málverjin varð rikin av vølli, og at føroyingar noyddust at offra annan áleyparan, tá teir vóru aftan fyri 1-0 og høvdu útlit til at koma enn longri afturum.

Men tað var ikki einasta orsøkin. Hugburðurin hjá føroysku spælarunum var heilt við síðuna av. Ein eftirlýsti tí sonevnda »Landskrona-andanum«, sum fyrr hevur givið Føroyum vøkur úrslit heim aftur til landið.

Menn sum Todi Jónsson og Julian Johnsson, sum spæla uttan fyri Føroyar, hava ikki spælt ein so ringan landsdyst í langa tíð, og um tú skalt meta um, hvørjir á føroyska liðnum stóðu seg best, mást tú hyggja eftir, hvørjir vístu vilja til at stríðast fyri sakini. Og har skaraðu Jan Dam og John Petersen burturúr.

Jan Dam var besti maður á føroyska liðnum, men eisini hann fór niður við flagginum móti endanum í kollektiva niðurtúrinum. John Petersen fekk ikki nógv burtur úr frameftir ? tað fekk eingin ? men hann stríddist í øllum førum. At hann misti fleiri bóltar og gjørdi nøkur fríspørk, má takast við, men bert tað at hann gjørdi nøkur fríspørk vitnar um, at hann royndi. Eisini Jan Allan Müller gjørdi tað gott, so leingi hann var inni. At venjarin valdi at taka Jan Allan út og lata Toda vera inni, var eitt sindur løgið, tí av teimum báðum hevði Esbjerg-maðurin fingið nógv meira av skafti.

Á vánaligaru síðuni eru Todi Jónsson og Julian Johnsson nevndir, men eisini menn sum Jens Kristian Hansen (sum hóast alt var smáskaddur) og Øssur Hansen spældu undir vanligum støði.

Uni Arge varð settur inn, tá tíggju minuttir vóru eftir, men tíggju minuttir er einki at geva einum spælara, tá restin av liðnum eisini langt síðani hevur givið skarvin yvir.

Estlendska liðið megnaði at vinna 5-0 uttan á nakran at vísa stórspæl, og Estland er heldur ikki fimm mál betri enn Føroyar. Hóskvøldið var tað heldur Føroyar, sum vóru fimm mál verri enn Estland.