Útbúgvingin, hann hevur, er grafikari. Hann tekur sær av grafiskari framleiðslu, sum eitt nú at gera faldarar, umsløg til bøkur, teknað frímerki og annað. Ole Wich var fyri fyrst ferð í Føroyum í 1973. Tá var hann her við danska herinum, í- flotanum. Orsøkina til, at hann kom til Føroya um tað mundið sigur hann vera, at áðrenn hann kom kendi hann Kristian Blak í Tutl, og tí kom hugskotið at koma til Føroya honum til hugs.
? Í 1973 var eg her í tríggjar mánaðir. Vit sigldu við 12 fjórðingamarkið við sjóverjuskipinum »Hvidbjørnen«, greiðir Ole Wich frá, meðan vit sita inni í arbeiðsrúminum í húsunum hjá teimum á Grønlandsvegnum.
Vitjaði fleiri ferðir
Aftaná sína fyrstu vitjan var Ole aftur fleiri ferðir í Føroyum. Í 1976 var hann her og ferðaðist og í 1978 var hann aftur á klettunum. Tá var hann her í fimm mánaðir og millum annað skipaði hann fyri eini tónleikarundferð. Í 1979 var Ole í Føroyum í sambandi við eina framsýning, sum hann gjørdi fyri Fornminnissavnið.
? Hetta árið var altjóða barnaár, so vit settu eina fotoframsýning upp, sum æt »Barn í Føroyum«. Í 1980 flutti eg til Føroya, og her búði eg til 1996, tí tá skuldi konan niður í lestrarørindum. Nú er hon liðug, og nú eru vit so komin uppaftur, sigur fryntligi grafikarin.
Ole kom aftur til Føroya í september í fjør, og konan og synirnir komu síðani í november mánaði.
? Ja, mær dámar væl her. Annars hevði eg ikki búsett meg her, sigur Ole, tá hann verður spurdur um, hvørt honum dámar væl í Føroyum.
Dagliga starvast Ole Wich á Team 85.
? At vera grafikari er nakað, sum eg kann liva av. Hitt er nakað, sum eg geri við síðuna av.
Eisini hevur virkni danin útgivið eitt yrkingasavn. Hetta var í 1996. Við heitinum »Ophav«. Yrkingasavnið viðger, hvussu tað er at vera dani í Føroyum.
? Tað er løgið at vera dani í Føroyum. Tú umboðar eitt hjálandaveldi, men samstundis ert tú eisini í etniskum minniluta. Yrkingasavnið viðger eitt evni, sum ikki hevur verið skrivað um fyrr, sigur Ole.
PartKvadrat og frímerki
Ígjøgnum árini hevur Ole verið við í eini 20 frímerkjaútgávum. Hann hevur bæði teknað sjálvur og verið við í útgávunum á annan hátt. -
- Í løtuni fáist eg tó ikki nógv við tað listarliga arbeiðið. Men tað kemur helst aftur einaferð, tá eg havi meira yvirskot til tess, sigur Ole Wich.
? Fyri meg er tað at útrykkja seg tað týdningarmesta. Tað snýr seg alt um at úttrykkja seg, og øll eiga eftir míni meining hava loyvi at úttrykkja seg. Hvussu tað so kemur út, antin tað er í myndum, teksti ella øðrum, er líkamikið.
Í løtuni arbeiðir Ole við eini verkætlan, sum hann kallar »PartKvadrat«.
»Partkvadrat« er ein hugtakandi og áhugaverd verkætlan.
? Tað er sjáldan tú sært ferningar. Í myndum og øðrum, so eru ferningar púra deyðir at arbeiða við. Men gongubreytin uttanfyri plantaguna í Havn, har eg havi gingið øll tey árini, eg havi verið í Havn, hevur flísar, sum eru ferningar, og teir hava allir løgin og spennandi mynstur. Teir býta seg upp á nógvar spennandi mátar, og ætlanin er so at geva út eina bók við 100 ymsum ferningum, greiðir Ole frá, sum longu er farin undir hesa verkætlan.
Tónleikur
Áhugin hjá Ole Wich liggur eisini í tónleikinum. Hann hevur í fleiri ár sitið í nevndini hjá Tutl, men hann sigur, at hann ongantíð hevur spælt nakað ljóðføri ella tónleik sum heild.
? Tónleikur hevur mín stóra áhuga. Men hetta hevur ongantíð verið meira enn á brúkarastøði. Og í og við, at eg havi kent Kristian Blak í fleiri ár, so havi eg fingist nógv við tónleik, sigur Ole.
Hann hevur tó arbeitt við tónleiki á aðrar hættir. Hann hevur gjørt nógv umsløg til fløgur, og so hevur eisini verið arbeitt við eini aðrari heldur øðrvísi fløgu. Hon hevur heitið »Brøytingar«.
? Eg kom við uppkastinum og hugskotinum, og síðani gjørdi eg eina framsýning í Norðurlandahúsinum. Hareftir eg gjørdi ein fløguhúsa. Síðani hava Kristian Blak og Yggdrasil lagt tónleik til listarverkini, sum vóru nýtt á framsýningini. Nú hevði eg gjørt myndir til tónleik so ofta, at eg helt eg skuldi royna tað øvugta, fortelur grafikarin.
Millum annað er eitt klassiskt stykki, sum eitur »Udstillingsbilleder«, sum russarin Modest Mussorgski hevur skrivað. Talan er um tónleik, sum er gjørdur til eina framsýning í St. Pætursborg í 1883.
? Eg havi so nú hundrað ár seinni, gjørt bíløt til tónleikin. So íblásturin kann vera alt. Sum eitt nú flísarnar uttanfyri plantaguna, greiðir Ole frá. Myndirnar, sum Ole gjørdi til henda tónleikin, hanga yviri í Musikkskúlanum á Frúutrøð.
? Hugskotum eru nóg mikið av. Spurningurin er bara, hvussu tú fært ført tey til lívs. Tað er ikki fyrr enn eitt hugskot er útført, at tað er nakað vert, heldur Ole.
Tað er bara hugflogið, sum setur mørkini, og hetta avspeglast sanniliga aftur í verkinum hjá skapandi dananum, sum vit hetta vakra várkvøldið í apríl nú siga farvæl við.