Áhugi fyri Gásadali

Fólk vilja fegin flyta til Gásdals, tá tunnilin kemur. Tá verður avstandurin til eitt nú Sørvágs heldur einki at tosa um, sigur 77 ára gamli Solberg Henriksen


 

Tunnilsgerð

Áardalur: Tað kemur ein eldri maður stríðandi móti vindinum niðan móti avgrevstrinum fyri Gásadalstunnlinum Bíggjarmegin. Hann er sum øll hini, komin uppliva, tá fyrsta skotið verður latið av. Hesin maðurin hevur alla sína tíð búð í Gásadali, og hann fegnast um, at tað nú eru útlit fyri, at hann fær fleiri bygdarfelagar í Dalinum, sum hann nevnir heimbygdina.

Onkuntíð hevur hann gingið lættari á hesum leiðum, tann nú 77 ára gamli Solberg Henriksen. Landskenda postboðið í Gásadali, sum í ein stívan mansaldur regluliga hevur gingið um fjøllini við posti og øðrum, sum tiltrongt hevur verið í Gásadali.

Hann fegnast um, at tað endiliga er komið so langt, at skotið verður.

?Hesaferð vóni eg, at tað verður álvara, sigur hann.

At tað verður hol ígjøgnum, er hann púra ivaleysur í. Og tá verður gott atbúgva í Gásadali, sigur hann.

?Tað er liviligt í Dalinum, sigur Solberg Henriksen. Og tað er eisini áhugi millum fólk at koma niðan at búgva, tá holið er komið, sum skilst.

Tá ber til hjá teimum, sum hava møguleika fyri landbúnaði at búgva og virka har uppi. Og tann, sum arbeiðir aðrastaðni kann tá tað sama búgva í Gásadali, sum onkra aðrastaðni. Og er tað útróður, so er avstandurin til Sørvágs jú eingin, tá ein situr í bili allan vegin.

Solberg Henriksen er kanska tann núlivandi føroyingurin, sum samanlagt hevur borið eina mestu byrðuna um fjøll.

Hann byrjaði at ganga við posti til Gásadals undir seinna heimsbardaga. Tá hjálpti hann pápa sínum, greiðir hann frá.

Síðan tók hann við og røkti starvið, líka til hann ikki slapp at ganga meira.

_Tað var undir kreppuni, flennir hann. Men tað var nokk ikki tí kortini. Eg var tá 69 ár, og teir hava nokk bara loyvi at vera í slíkum starvi, til teir eru 67. So aldurin mundi nokk vera tann veruliga orsøkin til, at Postverkið ikki vildi hava meg meira.

Jú, Solberg Henriksen minist nógvar serligar túrar um Skarðið. Bæði ringar og góðar.

Og mangt hevur hann borið. Nógv tons tilsaman. Alt mátti á bakið, tí umstøðurnar at koma oman í Dalin eru slíkar, sigur hann, at ross kundi ikki brúkast. Tað fekk ikki gingið oman av Skarðinum til Gásadals.