Áhugi fyri Kirkjugarðspark í Sandavági

Stórur áhugi tykist vera fyri at gera eina kirkjugarðspark í Sandavági. Kunnandi fundur um nýggjan kirkjugarð var í gjárkvøldið. Á kunnandi fundi um nýggjan kirkjugarð í Sandavági, sum hildin varð í SÍF húsinum týskvøldið, vóru seks ymisk uppskot løgd fram. Størstur áhugi tóktist vera fyri uppskotinum at gera eina sonevnda kirkjugarðspark úti á Bakka.

Av teimum seks uppskotinum, sum vórðu løgd fram, var uppskotið um kirkjugarð úti á Bakka tað, sum ráðgevararnir hjá kommununi hildu vera best egnað. Tað var eisini tað, ið gjørt varð mest burtur. Onnur uppskot vóru í tveimum umførum at útbyggja verandi kirkjugarðsøki, gera nýggjan kirkjugarð norður móti Lírurðum, á Giljatrøðni, í Steigabønum.

Talan er um at gera ein kirkjugarð niðan frá verandi vegi, sum skal breiðkast og førast runt nýggja kirkjugarðin og bindast í aftur vegin í Heygagerði. Gerast skulu gøtur úr vegnum inn í kirkjugarðin, og fyllast skal út við mold í fløttar. Millum fløttarnar verða gjørdar skráar, har plantað verður í.

Lagt varð upp til at gera kirkjugarðin soleiðis, at hann samstundis kann gerast eitt frístað hjá fólki at koma til. Hugsað verður um, at økið sum er, verður nógv brúkt av fólki, sum gongur túrar út eftir vegnum. Í uppskotinum eru eisini 45 parkeringspláss, eins og bygningur til amboð, starvsfólk og onnur, ið hava ørindi á staðnum.

Ein av fyrimununum við at gera kirkjugarðin úti á Bakka er, at afturat teimum umleið 500 gravstøðunum, sum lagt verður út við, er góður møguleiki fyri útbygging, tá brúk verður fyri tí.

Kostnaðarmetingin var 7,5 milliónir, sum fólk ikki tóktust halda vera serliga nógv.