Klaksvík: Teir ídnu lærlingarnir inni í verkstaðnum hava allir úr at gera henda mikudagin í farnu viku.
Onkrir bilar standa á gólvinum, har teir standa við høvdinum niðri í motorrúminum fyri at umvæla tað, sum bilar í bilinum.
Við ein annan bil stendur Werner. Í hansara føri er bilurin lyftur upp, soleiðis at hann so lætt sum tilber sleppur framat at loysa dagsins uppgávu.
- Hetta dámar mær sera væl, sigur ungi maðurin av Skálafjørðinum, sum koyrir fram og aftur hvønn einasta dag.
Og hann leggur aftrat: - Nú eri eg akkurát byrjaður at læra her. Men enn veit eg ikki, hvat eg fari at gera, tá lærutíðin er liðug um trý og eitt hálvt ár.
Fyribils er líkt til, at honum dámar væl at arbeiða her hjá Toyota í Klaksvík.
Her sleppur hann í øllum førum at royna seg í øllum tí sum hevur við nærum allar bilar at gera.
Dreingjadreymur
Hjá nógvum dreingjum er alt tað sum hevur við bilar og skrúvur at gera, vanliga eitt sum fyllir nógv í uppvøkstri og gerandisdegi teirra.
Mangir dreingir hava sum mál og sum dreym at gerast løgreglumenn, sløkkiliðsmenn, lastbilførarar og tílíkt, tá teir gerast menn.
Soleiðis var vist eisini í lívinum hjá tí unga manninum úr Saltangará, og sum í dag er farin at læra til bilmekanikara hjá Reyni Service í Klaksvík, undir góðari leiðslu av Hans Berg Hammer og hansara monnum.
Sigast skal tó, at Werner ikki var púrasta ókendur við umvæling av bilum, og heldur ikki við bilsøluna og verkstaðið í Klingrugarði, nú lærutíðin byrjaði.
- Eg gekk á bildeildini hjá SIT í Havn. Tá vit so í vár skuldu út í praktikk, søkti eg fyrst at fáa eitt praktikk-pláss hjá einum í Runavík. Tað hevði verið nakað lættari, tá eg jú búgvi harúti.
- Men har var eg ov seinur, tí onkur annar hevði søkt har frammanundan. Eg royndi so at søkja her hjá Reyni Service í Klaksvík. Og her slapp eg inn beinanvegin, greiðir hann frá.
Lærdi meiri her
Hóast henda praktikkin einans vardi í tvær vikur, var líkt til, at hann fekk nógv burtur úr á verkstaðnum, har alskyns bilar verða umvældir, hóast teir í fyrstu syftu er umboð fyri Toyota-bilar.
Hesar báðar vikurnar kveikti óivað hug hansara at halda fram í hesi bransjuni.
- Ja, eg lærdi faktist meiri her á verkstaðnum, enn í skúlanum, slær Werner fast.
Hann spurdi seg fyri hjá leiðaranum á verkstaðnum, Hans Berg um møguleikan fyri at fáa eitt lærupláss. Og mín sann um tað ikki eydnaðist honum.
- Eg byrjaði í læru fyri einum mánaði síðani.
Vanliga er lærutíðin fýra ár, men av tí at Werner hevur SIT-prógv, fær hann góðskrivað eitt hálvt ár av lærutíðini.
Skrúva
Áður var sagt, at teir sum byrjaðu at læra til bilmekanikara ikki sluppu at gera stórvegis annað enn at vaska bilar og sópa gólv.
At tað er nógv broytt í dag, kann Werner uttan iva skriva undir uppá. Síðani hann byrjaði, hevur hann luttikið í ymiskum virksemi á verkstaðnum.
Hann hevur skift dekk og olju á bilum og annað.
- Og jú, eg eri eisini sloppin at skrúva eitt sindur uppá onkran bil, greiðir hann frá.
Hinir sveinarnir eru altíð til staðar, og kunnu veita honum góð ráð, - um og tá tað gerst neyðugt.
- Eg haldi, at vit hava tað bara fínt saman.
Koplingin
Mikudagin í farnu viku vitjaði Oyggjablaðið hjá Reyni Service í Klingrugarði í Klaksvík.
Teir á verkstaðnum kunnu á einum lista síggja, hvørja uppgávu teir skulu loysa henda dagin. Og tá er líkamikið um ein er lærlingur ella um ein er sveinur.
Henda mikudagin var Werner Hentze farin undir sína uppgávu henda dagin, nevniliga at skifta koplingina á einum bili.
- Eg vænti at tað fer at taka restina av degnum. Tað satsi eg í øllum førum uppá, sigur hann.
Í morgin bíðar honum so tann næsta uppgávan.
Skaðasýn
Í dag, 6. oktobur hevur eitt sonevnt tryggingarsýn verið her á deildini hjá Toyota. Bilar, sum skuldu sýnast, skuldu møta í seinasta lagi kl. 9 í morgun, og kundu so heintast aftur kl. 15.
Sagt verður, at ein her kann umvæla øll bilmerkir á tí vælútgjørda verkstaðnum, sum er útgjørt við nýggjastu útgerðini.
Her kann ein eisini sýna og umvæla tryggingarskaðar hjá TRYGD og Tryggingarfelagnum Føroyar. Privatskaðar verða eisini gjørdir, eins og ein kann fáa eitt óbindandi tilboð uppá ein bilskaða.