Hugleiðing

   

"Tað, sum vit í dag kunnu sakna í okkara tíð, sum tey høvdu á Framanum, var andi og idealir, sum sett saman við móti og intellektuellum flogi, er slíkt, sum skapar og broytir tíðarrák. At vit kundu fingið ein sterkan avloysara til tjóðskaparromantikkin, í øllum tess formum, um tað so er heimstaðarromantikkur, neo-regionalisma, at vit kundu skolað alt kjak um EIN føroyskan samleika langt burtur, og latið, menniskja komið fram um æviga føroyingin."

Kim Simonsen, januar 2003



Á slóðini á horvnu mentanarradikalu søgu okkara - Framin og Oyggjaskeggi
- Nøkur orð um føroyska útiseta blað- og mentanarsøgu 1970-1976.

"Fyri at siga tað bart út, so geva vit ikki ein skid fyri hvørki Fólkating ella Løgting. Kanska foreldur okkara ikki hava mist álit teirra á fólksins kosnu monnum, men vit hava langtsíðani mist allar illusiónir um demokratisku mytuna. Tað hevur altíð verið ein myta og tað verður ikki annað (?) Kapitalistiska samfelagið er bara eitt lið í eini søguligari gongd, men søgan steðgar ikki við tí kapitalistiska samfelaginum"

Jens Dalsaard, Framin nr. 5. 25 marts 1971
???????????????????????????????


EIN HUGLEIÐING
Kim Simonsen
?????????????

Um vit leita okkum aftur til gomul føroysk tiðarrit, mong skrivað í útlegd millum, tá ung progressiv lesandi og hugsandi føroyingar, er hetta ótrúliga áhugavert. Sjálvandi stendur mangt púra svakt í slíkum bløðum, soleiðis var tíðarandin, her er mong pínlig og vánalig sosialistisk arbeiðarayrking av okkara nú mætastu yrkjarum og høvundum, mong greinin, ið er so ektrem, at Fidell sjálvur kundi verið høvundin, saman við einari stívari lesing av Marx, Lenin og hinum dreingjunum frá sosialistiska internationale.

Lætt hevði verið at tikið alt hetta fram og kastað við runu, og her er nógv runa, men í hesum bløðum er eisini ein mangan klár linja, móti USA, krígginum í Vietnam, tøgnmentan í Føroyum, greinar um heimspolitikk, har hesi ungu fólk veruliga høvdu sett seg inn í søguligu viðurskiftini í hesum londum og roynt at skriva perspektivrík og tung uttanríkistíðindi, nakað vit sakna í føroysku fjølmiðlunum í dag. Ein hevur tí hug at spyrja, hvar fóru hesi fólkini, og um hetta ikki var ein føroysk mentanarradikalisma?

Kritikkur av tí privata
"Hjúnabandið, sum er tann størsta eydnan, ið hugsast kann í Føroyum, er ikki annað enn ein staðfesting av tí kúgan, sum fer fram. Tað skuldi ikki verið kalla hjúnaband, men konuband. Tað bindir konurnar bæði økonomiskt og moralskt. (?) verða økonomiskt kúgaðar og forkryplaðar niður í ein form fyri menniskjaliga eydnu, sum man kallar hjúnabandið ?."
Jens Dalsaard,
Framin nr. 1, 1971

Ein fær hug at hugsa um kenda sangin hjá Poul Henningsen frá 1940: "Man binder os på mund og hånd", ið Liva Weel sang so vakurt til lagið eftir Kai Normann Andersen. Tað henda vísa staðfesti, var at (borgarliga) giftarmálið ikki kundi temja hug okkara á frælsi og ævintýri. At tað at vera giftur var mangan ein óeyðna, ið var sett í skipan av einum harðhentum kúgandi samfelag. Ein slík vísa er enn óhugsandi her í Føroyum 63 ár eftir at hon kom fram, hetta tí vit ikki hava somu mentanarradikalu frástøðuna til vanligar "føroyskar" stovnar sum giftarmál, fólkið, tað fólksliga t.d. Sjálvani møtti hendan, sum aðrar P.H. vísur stóra motstøðu, men mentanarradikala fjøldin var sterkari í Danmark enn mótdrátturin, og kom at enda at skriva sjálva søguna. Tað er okkurt garrvilt við hesum, í føroyskum høpi, ið Jens Dalsaard sigur, men eg haldi at slíkt vekjur eftirtankar. At vit kanska í Føroyum enn liva sera siðbundið, og tí hava gjørt brúðleyp og giftarmálið til eitt nærum absolut mál og rammu fyri menniskjaliga eyðnu. Soleiðis er tað eisini í Iran, millum mormonar og í bíbliubeltinum í USA. Hin vegin tosa vit ikki um umkostningarnar av hesum, at júst í hesi tíð eru fleiri, ið skiljast enn nakrantíð í føroyskari søgu. At alt fleiri liva støk, ella einsamøll við børnum. At tað er púra vanligt at gifta seg fleiri ferðir í Føroyum í dag, sum í restini av Vesturheiminum annars.

Speisemi og skemt
Tað, sum er løgið, er, at vit ikki hava eina sterkari sang- og kabaretmentan, ið hevur tikið sær av at syngja um annað enn tjóðarhetjur og hálovan av føðilandinum. Undantøk eru sjálvandi, her komi eg at hugsa um Studentakabarettirnar, serliga Ólavssvøkukabarettirnar, har sangir sum "16 ár" og mangt av tí sum Harkaliðið seinni kom at framleiða, var slóðbrótandi og nýskapandi. Men hesin andin er horvin, í dag hava tey ungu eina nærum sakrala støðutakan til alt føroyskt, um tað so er at brongla kingosang. Hesin baroksálmayrkjarin, ið tilvildarligani skuldi yvirliva saman við miðøldini í Føroyum, og saman við einum myrkum kristindómi hylja tær miðaldrarligu Føroyar inni í einum myrkuri fram til okkara tíð, skal nú hálovast av einari neo-nationalistiskari mentanarelitu, har hesi rópa sum stungnir grísar um at "kongosangur" er partur av "okkara" føroysku nútíðarmentan. Hetta er ikki nútíðarmentan, men ein eksotisma og hetta er søga, ikki mentan. Ella ein roynd at gera søgu til nútíðarmentan. Kingo er bókmentasøga, ein fínur sálmayrkjari úr 1600talinum, ikki sjálvur mondulaksilin í føroyskari mentan. Tað er ótrúligt, at fólk ongantíð koma at læra at hava bert eitt vet av frástøðu til tað føroyska, og duga at skilja munin á nútíðar mentan og á søgu. Men enn sum fyrr halda fólk, at ein kabarett skal vera beisk og bert innihalda teiti og vísur um kendar politikarar t.d. P.H. og Kai Normann Andersen hava víst okkum, at atfinningar, radikalitetur, fólksligheit og vísusangur væl kann vera vakur, tankavekjandi og fyltur av kenslum, sum í songum sum hesum: "I dit korte liv", "Sig de ord", "Den hvide sne" (Mogens Dam), "La Garconne" (Ludvig Brandstrup). Fara vit til Føroya og taka vit fólkakæru Frændur til dømis, eru hesir nærum pínligir í teirra tjóðskaparromantikki. Hvar er tað ektaða menniskjaliga og júst tað mótið, ið skal til at tosa um okkurt annað enn at vera føroyingur í 80inum? Sum her hjá P.H.:

"Men engang skal også smerten være slut.
Det bli´r endnu hård´re end da glæden bristed´.
Det er slemt at se alt fortsat afbrudt,
søge trøst i andres leg med det, man misted.
Det må man så. Et stille smil,
et venligt:
Nå"
Nå visen

"Hold dig vågen ven.
Vores lille liv sluttes af med en evig søvn.
Vi er af samme stof som drømme gøres af
det store tomme rum.
Alle som påstår der findes mere,
giver os veksler uden underskrift.
(?)
Menneske blev menneske i kærlighed
gjort i elskov blev vi dog.
I dit korte liv er det meste spildt
(?)
Hold dig vågen ven, hvorfor sove nu
i den lyse sommernat? Det haster med det kys.
Den kommer før du tror, den drømmeløse søvn."
I dit korte liv.

Hetta er ein sorgblíður vísusiður, ið ongantíð hevði kunnað tikið fram spurningar um at vera "danskur", men bert hetta at vera menniskja. Men hjá okkum er spurningurin enn: "Um ein føroyingur kann fara á vesi, uttan at spyrja, hvat lorturin hevur at siga fyri hann sum føroying".
Oyggjaskeggi og Framin vóru føroysk bløð, ið borðin á tiðarandanna veingjum ósmæðin skrivaðu um Lenin, Marx og Engels ? og tá hava loypt øði og eina sanna panikkkenda ræðslu á kommunistaforskrektu Ísrael og Amerika vinalig trúgvandi føroyskar borgarar.

Skemt og gaman eisini
"Studenturin spyr um tað er lívið vert at sita sum vælgødd gás í einum feitum starvi, verkamaðurin spyr, um tað er lívið vert, at liva sum ein maskina, ið tekur ímóti boðum, borgarin spyr um tað er nakað lív at skula vera hin altíð tigandi og burturgloymdi".
Gunnar Hoydal,
Framin 8-9, 1970.

Her er tað hin ungi Gunnar Hoydal, ið undrast sáran yvir, hvat tað er studenturin vil brúka sína vitan til, og um arbeiðarin ikki enn sum fyrr er ein maskina, sum Charlie Chaplin eisini vildi vera við, og um lívsinnihaldið hjá vanliga borgaranum. Hetta eru stórir spurningar, ið eru eins brandaktuellir í dag sum tá.
Lýsingarnar í Framanum vóru av m.a. Sputnik, einum donskum-russiskum bókhandli, Føroya Banka og fyri føroykst sosialistiskt skúlingarskeið, alt hetta í einum blað. Framin er sum so ferskastur og stuttligastur at lesa frá 1970 til 1976. Har er mangt og hvat at lesa, og onkur góð tekning eisini at hóma. Frá umleið 1977 endaði Framin, sum ein alt ov "underground" og betongkendt blað, t.v.s. at ein nærum ongantíð veit hvør skrivar, og allar greinarnar ljóða eins. Teir góðu árgangirnir, tað er sum víð øllum øðrum, hugsið um vínið, eru á tremur av virknum og passioneraðum ungum fólkum, sum Kára P., Hanus Kamban, Klæmint Ol-sen, Jens Dalsaard, Kjartan Hoydal, Rolf Guttesen, Andrias Ziska, Gunvør Djurhuus, Gunnar Hoydal, Albert Mortensen, Luitjen Apol og mong onnur. Onkur av hesum er enn virkin í almennum kjaki, men vit eiga ikki sum so eitt ættarlið, ið royndi at finna eitt heilt nýtt stev, ið kom berjast framhaldandi og miðvíst.

Føroysk mentanarsøga
"Felagsmarknaðurin, EEC, er beinleiðis avleiðing av ameriska-kapitalistiska tiltakinum OEEC, og rekur áhugamálini hjá ognarstættunum ? kapitalistunum, afturhaldinum ? í Europa og í USA. Oddamennirnir í bæði NATO og EEC er fyrrverandi handgingnu menn Hitlers og teir, ið stuðlaðu nazismuni fíggjarliga ?."
Tórður Jóansson,
Framin 8-9, 1970

Í Framanum er mangan ein nøkunlunda klár hugsan, har var pathos, ein stór indignatión og ein tíðarbundin sosialisma. Her er buldur og brak, her er stuttligt at vera, og har vóru góð fólk aftanfyri, ið bæði dugdu at yrkja skriva og at skemta. Her var bit og mangan eitt intellektuelt mót, sum her hjá Kára P.:

"Tað finnast sjálvandi lærarar sum hava hug at grunda skúlaarbeiði sítt á humant-psykologiskt grundarlag. Men royna teir at rokka tað foroldaða perversa systemið so verða teir møttir við einum múri av moralskum lærisetningum. Religiónin situr á nógvum skúlum í Føroyum. Við henni fylgir respekt, kenservatisma og ongar broytingar. Man veit um ungar lærarar sum eru vorðnir koyrdir"
Kari, P.
Framin, nr.3. 1972.

Hetta er hin sanni mentanarradikali andin, ið eg meini vit kunnu hóma í Framanum og í Oyggjaskeggja til tíðir. Tað er júst hetta, ið okkum hevur væntað gjógnum 20 øld., har kristin og tjóðskaparligur ágangur hevur verið eins reaktionerur sum hesar rørslur hava verið alvaldandi.

Tjóðarbygging sum tøgnmentan
Í nýggjari grein í Varðanum eftir Tóra Johannesarson um Ólavssvøkukabarettina, beit eg merki við sakrala tónan frá einum skribenti, ið hann endurgevir brot frá, har ósemja var um at studentarnir í Ólavsvøkukabarettini høvdu argað Fróðskaparsetrið, fyri at vera ein pensionistastovnur. Hetta er grovt skemt, meðan tað slagið av tjóðarbyggjandi propaganda hesin skribenturin reageraði við eru vit von við. At alt føroyskt er heilagt. Her hava vit eitt djarvt speisemi, ið møtir eini dogmatiskari tjóðarbyggjandi tøgnmentan. Tað hesir studentar hava viljað sakt okkurt um, var helst okkurt um at Fróðskaparsetrið kundi verið meiri hugmyndafrøðisligani vakið. Seinni í Framanum finna vit eitt teitisbúmerki, onkur hevur teknað til Fróðskaparsetrið, ið ákærir henda lærda stovn fyri at vera heimføðisligan og sakralan.

Framin ein tíðarmynd
Í hesi tíð hendi stórur framburður, serliga í viðurskiftinum millum kynini. Tíðin var búgvin fyri broytingum á øllum økjum. Hesi vildu broyta samfelagið og virði okkara, ið longu tá vóru avoldað og útlúgvað. Partar av hesi tíð tikist vera leidd av óðnarveðri, har man inni í stilla eyganum á orkanini, sum man tekur til, hómar eina djúpa vón, idealir og ein ótemjandi frælsisanda, ið gav mót, at standa saman um bardaga móti stirvnum afturhaldi. Mangan kennist tað sorgblítt at hugsa, at hetta kanska var onnur bylgjan av einum mentanarradikalum ráki vit hava haft. Hin fyrra byrtist og doyði við Krisin í Geil.
Stendur man á Áarvegnum og sær við teim røttu eygunum, kunnu vit kanska enn síggja merkini á Høgu bygningunum á Vaglinum, eftir flóðalduni hendan tíðin setti eftir seg, áðrenn vónirnar hvurvu, og aldan fór aftur í seg sjálva. Sorgblítt er tað, tí at fleiri av hesum fólkum eru horvin í dag, skolaði burtur við tíðaralduni, tey siga nú einki, ella tey eru beinleiðis endað handan tjaldið í samfelagnum, ið verjir politisk- sum peningavald og afturhald. Størsti veikleikin, sæð við bakklókskaparinnar ótolandi hvassa ljósi er sjálvandi, at fólk tá, og á Framanum og Oyggjaskeggja, kanska vóru alt ov radikal og ókritisk, hesir sosialistar, ið hataðu USA, hámettu heldur Kuba, Albania og slík lond. Hetta seinasta var stórur feilur, jú gamaní USA hevur verið, og er, herviligt kolonialistiskt land, men lond handan gamla jarntjaldið vóru nógv verri.
Tað, sum vit í dag kunnu sakna í okkara tíð, sum tey høvdu á Framanum, var andi og idealir, sum sett saman við móti og intellektuellum flogi, er slíkt, sum skapar og broytir tíðarrák. At vit kundu fingið ein sterkan avloysara til tjóðskaparromantikkin, í øllum tess formum, um tað so er heimstaðarromantikkur, neo-regionalisma, at vit kundu skolað alt kjak um EIN føroyskan samleika langt burtur, og latið, menniskja komið fram um æviga føroyingin.