Jógvan í Dávastovu
------
Nú føroyskir politikarar eru niðri á flatlondum og forhandla blokk, so er kanska relevant at gera sær nakrar tankar um fyrimunir og vansar við varðandi blokk
Er tað rætt, at blokkur ávirkar polistiska valdið í einum landi?
Ávirkar blokkurin kappingarførið í einum landi?
Førir ein blokkur eitt land út í fíggjarligt óføri?
Lættast er at hyggja rundan um okkum og sammeta lond, sum fáa blokk mótvegis teimum londum, sum ikki fáa blokk.
Innan EU hevur støðugt í nógv harrans ár seyrað blokkur til londini Grikkaland, Italia, Spania og Portugál. Grikkaland er farið á húsagang, Italia er væl á veg, og tað er bert spurningur um tíð, til Spania og Portugal fara sama veg.
Líta vit longur suður til afrikanska kontinentið, so móttaka flest øll afrikonsk lond menningarhjálp (les blokk). Hetta hevur havt vanlukkuligar fylgir fyri flest øll hesi lond. Framburður hevur snøgt sagt eingin verið.
Grønland fær uml. 5 ferðir so nógvan blokk sum føroyingar. Skilið er hareftir.
Mong minnast skilið í Føroyum í sjeyti- og áttatiárunum, tá føroyingar fingu um milliardir í blokki. Alt fór til studning til fiskivinnuna og flakavirkir. Blokkrin var við til at avoyða fiskastovnarnar og harvið taka alt lívsgrundarlagið undan okkum føroyingum. Føroyar fóru av knóranum fyrst í nítiárunum sum úrslit av ábyrgdarloysinum hjá øllum politikarum.
Hvat er tað, sum ger, at blokkurin hevur so ógvusligar, óhepnar fylgir?
Ein kann gera sær sínar tankar.
Men vit vita innan tað politiska kervið í EU, at politikarar fyri norðan síggja við størstu vanvirðing á blokkpolitikarar fyri sunnan. Tað kemst av, at hesir blokkpolitikarar fyri sunnan hava gjørt seg til talsmenn yvirfyri veljaran at kradda meira blokk. Vel meg, so fært tú meira blokk. Fokusið á veruligu trupulleikunum í viðkomandi landi verður lagt á ís. Neyvt tað sama er galdandi í teimum afrikansku londunum.
Í EU verður hetta slag av politikarum mett sum paria í tí politiska systeminum, tí teir eiga sín stóra leiklut í at alt suður Evropa er farið á heysin.
Danir kalla tílíkar politikarar fyri “levebrødspolitikere”. Á føroyskum máli vildu vit sagt floksgøðingar.
Hvussu síggja vit í politiska lívinum í Føroyum í dag ávirkanina av at blokkurin skal tiðnast við afturvirkandi kraft?
1: Einki verður gjørt fyri at trimma tað føroyska samfelagið til nýggjar avbjóðingar. Vit síggja t.d., at politikarar gjara út til tey sekunderu sjúkrahúsini, hóast øll tilráðing sigur, at øgiligar sparingar høvdu verið við bert einum sjúkrahúsi fyri alt landið. Í Føroyum er eitt sjúkrahús fyri hvørji 16.000 fólk, meðan t. d. á flatlondum og Stóra Bretland verður arbeitt ímóti einum sjúkrahúsi fyri hvørji 200.000 sálir. Hetta fyri at effektivisera sjúkrahúsini og minka um rakstrar útreiðslunum. Hetta er bert eitt dømi.
2: Inntøka og kapping av tilfeinginum á sjónum, sum er Føroya fólks ogn, er slept.
3: Skattalætta til tey allarríkastu, hóast undirskotið hjá almennu Føroyum er methøgt.
4: Arbeiðsloysið veksur í stórum, tí nú kunnu politikarar standa hendur í hupp og bíðja eftir meira blokk. Vantar peningur, so venda vit okkum til danir eftir meira blokki.
5: Verri tað gongst okkum føroyingum fíggjarliga, betur kort hava floksgøðingarnir, tí teir kunnu jú bert siga: »Har síggja tit, Føroya fólk. Vit føroyingar klára okkum ikki uttan blokkin!« Ella við øðrum orðum: Dugnaloysi og ábyrgdarloysi loysir seg politiskt.
6: Hægri blokkurin verður, torførari verður tað hjá okkum føroyingum at forhandla sáttmálar við EU. Her verður serliga hugsað um makrelin. Hugsa vit, at blokkurin var sum í »gomlum« døgum, so høvdu danir vegna EU sagt, at um tit føroyingar ikki makka rætt, so strika vit blokkin. Seinasta er, at EU/Danmark ætlar at seta sanktiónir mótvegis føroyingum. Hvar er nú móðirlandið Danmark, sum vit eru í rikisfelagsskapi við?
7: Kappingarførið við umheimin versnar orsakað av, at blokkurin kemur inn í tað føroyska peningakervið. Alt verður dýrari. Lønirnar fara upp. Inflatiónin veksur. Skulu vit hava ein møguleika at kappast ájavnt við onnur lond í altjóða høpi, so mugu vit laga Føroya land til hesa kapping.
8: Fokusið at fáa botnfiskastovnin upp aftur á upprunastøðið er slept. Hetta er ein vanlukka fyri alt tað føroyska samfelagið.
Og soleiðis hevði ein kunnað hildið á fram.
Tað, sum undrar einamest, er, at sokallaðir liberalir flokkar vilja hava meira blokk. Tað gongur ímóti allari liberalari hugsjón, bæði so og so. Her taki eg hattin av fyri summum politikarum í Javnaðarflokkinum. Her er hóast alt ein ávís vitan og stoltleiki í teirra politikkarum. Tað lættasta hevði eyðvitað verið at hoppað á blokkvognin.
Um vit samanlíkna tvey virkir, sum eru eins, har annað virkið virkar undir altjóða marknaðarkreftum, meðan hitt virkið fær varðandi studning, so vita vit øll, hvat virki klárar seg best í altjóða kappingini. Fyri at kunna virka globalt, mást tú fylgja teimum globalu marknaðarkreftunum. Virkið má trimmast til umstøðurnar. Hvar endaði gamla Sovjet tildømis við sínum studningscirkussi?
Føroyar fór á húsagang, tá upphæddin á blokkinum var størst. Nú ætlanin er at tiðna blokkin við afturvirkandi kraft er bert ein tíðarspurningur, til vit aftur fara á heysin. Hetta er ein natúrlog. Er munur á føroyskum politikarum í mun til tildømis grikskum politikarum?
At tiðna blokkin verður ein stokkutur hiti. Trupulleikarnir skulu loysast á Føroya løgting, ikki á danatingi.
Leitað hevur verið við lummalykt, men enn er eingin fyrimunur av varðandi blokki funnin.
Mín áheitan til løgtingsfólk vil tí vera: Flytið fokus frá blokkinum og loysið trupulleikarnar á føroyskum klettum við føroyskum áræði.
Alt annað er óheiðurligt.
Øllum føroyingum verður við hesum ynskt gleðilig jól.