Hugleiðingar um Grindadráp og lívi annars

Rógvi Joensen
[email protected]
------

Læs eina grein nú um dagarnar har ein, millum annað, setti hart at grindadrápi. Argumentið var, at hvalur hevur ein intelegens og kenslu-sett, á støði við eitt menningartarnað menniskja ella sum eitt barn, sum viðkomandi segði tað.
So tá ið ein hvalur blívur dripin, so er hann tilvitaður um hesa ræðulagnu sum hann fær.
Alt hetta er so sambært vísindini sum hevur kannað og rannsakað hesi viðuskifti og er komin til, at hetta er eitt sokallað, fakta. (hvat tað so er í longdini)
Við ørðum orðum so tekur viðkomandi synd í hesum hvalum vegna hesa vitan teir liggja inni við tá ið teir síggja eitt 6 mannafar og duga at rokna endan út. Hetta verður so kallað: “forkastiligt”.
Eg skal ikki gera meg klókan uppá, hvussu ein hvalur hugsar ella hvørjum tankasetti hann er útgjørdur við, men eg trúgvi, at alt má metast út frá onkrum og í mun til okkurt.
Um ein hvalur hevur sama takasett sum vit menniskju, og liggur inni við somu upplivingum av heiminum sum menniskju, so er hetta onki minni enn forkastiligt og vanlukkuligt.
Mentan er eitt populert orð millum manna, og tað kunnu vit øll taka undir við at eitthvørt miljø á einum og hvørjum staði til ein og hvørja tíð, búleikast og livir í einari ávísari mentan.
Mentanin er eisini við til at geva okkum førleika at meta um, hvat er rímuligt (í mun til mentanina) og hvat er órímuligt og forkastiligt (í mun til mentanina).
Í mentanini eru so einstaklingar sum eru ein summur av einari fortíð og upplivingum sum allar meira ella minni eru tengdar til somu mentan, einstaklingurin livir í.
Aftur til Hvalin. Hann má so eisini vera eitt produkt av einari mentan tí hann er eisini limur í einum miljø’i og hevur sosial bond og má so hava eina áskoðan ella meining, sum má ganga út frá tí mentan sum viðkomandi hvalur kemur frá.
Har er so nógv at tríva í, tí fyrst livir hvalur ikki undir somu fysisku treytum, sum vit menniskju, og harnæst er hvalur eitt djór sum ikki livir undir somu matrealistisku, juridisku, sosialu, og átrúnarligu ávirkan sum vit menniskju.
Hvussu hann fatar tað sum vit menniskju kalla ágang og forfylging, má vera ivasamt, tá ið hugsað verður um, at hvalur er eitt djór sum aftur jakstrar onnur djór fyri at yvirliva. Hann brúkar ikki hjáll og hevur onki Visa-kort og/ella real-kreditt lán. Mannarættindi, demokrati, flat-rate og facebook, er, í hansara verð, eitt stað langt inni undir tí smeltandi poalrísinum.
Fyri at venda tankanum eitt sindur, so hugsi eg ofta um, hvussu snilt tað er, í heila tikið, at seta børn í verðina (menniskjaliga tala) tá ið hugsað verður um, at eitt barn (menniskja) hevur ongan møguleika at yvirliva lívi.
Man setur tey í verðina til at síggja ræðuleikarnar sum menniskja nú einaferð er atvoldin til, hóast menniskjað er útgjørt við allari tí vitan, vísundin kemur við, sum skuldi og burdi fyribyrgt hesum somu ræðuleikum. Álíkavæl ynskir man at seta børn í verðina til, fyrst at síggja ella uppliva heimin (ræðuleikarnar) fyri síðani at blíva sjúk og doyggja, sum er onki minni enn ein vanlukka sæð í ljósinum av, hvussu menniskja, í sær sjálvum, vanliga metir um hvat er gott og hvat er ringt.
Okay! Eg veit at eitthvørt foreldur ynskir alt tað besta fyri sítt barn, og dreymurin og visjónin er heilt sikkurt: Mítt barn er ikki sum hini børnini! Men bara at hyggja yvir heimin sum hann nú sær út burdi fingið ein og hvønn persón at hugsa seg um, áðrenn viðkomandi fer í holt við at fáa sær avkom. Møguleikin er ræðandi stórur fyri at hetta menniskja viðkomadi setur í heimin fær kreft, svínakrím H1N1, fuglakrím, hevur carnetin problemir, verður yvirkoyrt, stungið niður á opnari gøtu, forgiftað av onkrum lógligum eitri, ella fær ein urtapott í høvdið, sum so aftur førir annaðhvørt til ein rullustól ella í ein kirkjugarð.
So...eitt úttalisi sum: grindadráp er forkastiligt! Har viðkomandi brúkar summin av sínari egnu fatan til at tala vegna hvalastovnin, roknandi við at hvalur upplivir ting á sama hátt sum vit, er eftir mínari fatan, grunnur tankagangur, ella ynskihugsan. Nei...eg veit ikki! kanska eri eg bara ikki við.
Skal man klára tey 70 árini, so mugu allar 6 milliardirnar á planetini eta okkurt, og eg trúgvi ikki, at tað kann umgangast at drepa okkurt djór, ella nógv djór. Onkur skýtur kanska upp at drepa djór av lægri intelegensi enn hvalurin, men er tað ikki rasudiskreminering? Spell at tað skal vera so, men hvat er alternativið?