Hugnahondbóltur

StÍF og Neistin, sum hittast í dag, eru nevnliga bæði vís í finaluni. Og tí verður talan neyvan um nakað brak á Skála, nú liðini hugsa meira um sjálvar finalurnar.

 

Tveir aðrir dystir verða eisini spældir um vikuskiftið. Í Høllini á Hálsi í Havn tekur Kyndil ímóti KÍF, og í Vestmanna tekur VÍF ímóti H71.

Bert tann seinasti av hesum dystunum kann broyta nakað á stigatalvuni. Vinnur H71 dystin, so eru teir nevnliga ájavnir VÍF í stigum. Og tó at H71 hevur ein munandi verri málmun, so stendur í løtuni á jøvnum í innanhýsis uppgerðunum, sum nú eru avgerandi, um stigatalið er tað sama.

 

Allir dystirnir byrja klokkan 16.