Hugnakvøld í Atlantis í Klaksvík

Eftir at útselt hevur verið til tey fyrstu forvitnisligu frásøgukvøldini í Atlantis, hevur Klaksvíkar Sjónleikarafelag gjørt av at endurtaka vælumtókta tiltakið.

Nú mónakvøldið 6. desember klokkan 19:30 verður so høvi at hoyra hugnaligu frásøgufólkini, Freydis Pulsen, Erik hansen, Símun Joensen, Karl Justesen, Nicolai Nysted, Olantinu Simonsen og Valborg Sivertsen.

Fyri at hugna enn meira tekur Hans Hjalti Skaale lut við onkrari vísu, sigur Klaksvíkar Sjónleikarafelag.