Hugnaløta í kirkjukjallaranum

Nú summarið er við at halla, og dagarnir gerast styttri, er tíðin komin, har tey fara at byrja aftur við hugnaløtum í kjallaranum í Christianskirkjuni.

Hugnaløturnar verða fyrsta fríggjadag í hvørjum mánað. Tiltakið er ætlað øllum. Einki aldursmark er á og higartil hevur undirtøkan hevur verið góð. Framyvir verður ymist siðsøguligt og annað á skránni; sálmar verða sungnir, andakt hildin. Nú, fríggjadagin 2. september, klokkan15, fer Olevinus Sørensen av Viðareiði, sum er ein sera góður frásøgumaður, at greiða frá ymiskum tilburðum í sínum lívi.