Óhugnaliga líkar grundgevingar

Edvard Joensen
Sandavági

Viðgerðin av útlendingamálinum, málið um útlendingar í føroyskum ítrótti, er við at fara av kós. Nú er hon vorðin til eitt kjak millum politikarar og ítróttarbossar um, hvør hevur lagt hvønn undir hvat. Men ymiskt, sum frammi hevur verið, er á slíkum støði, at tað er ræðandi
Ymsar meiningar, ið hava verið at hoyrt og sæð í kjakinum, eru so býttar, at tær leiða hugin aftur til ávísa rørslu í Europa í tríatiárunum í seinastu øld. Tað var ein ávísur fólkabólkur, sum varð lagdur undir at hava skuldina av øllum ólukkum, sum raktu heimspartin. Og nú rógva summi fólk her hjá okkum fram undir, at ein ávísur bólkur av fólki kann hava gjørt, at onnur ganga arbeiðsleys her í Føroyum.
Ansið nú eftir og fáið kjakið aftur á tað, tað snýr seg um. Nevniliga um smáu ítróttarfeløgini hava nakran møguleika at yvirliva uttan hesi fólkini, sum ítróttarliga eiga lívið í teimum. Tað fíggjarliga lívið eiga lokalu arbeiðsplássini, sum hava víst sera stóra vælvild og stórsinni móti feløgunum.
Smáu bygdarfeløgini hava ikki møguleikar at gera seg galdandi á tí støði, ítrótturin er komin á í dag, uttan hjálp frá hesum fremmandu ítróttarfólkunum. Og tey hava als ikki ráð til at løna teimum fult ella 60 prosent. So einfalt er tað. Tann dagin, tað verður krav, kunnu tey akkurát tað sama negla hurðina í felagshúsinum.
Tað er møguligt, at eitt stórt høvuðsstaðarfelag við bara einari ítróttargrein - sum ikki so frægt sum fær mannað eitt kvinnulið - men kann loyva sær at selja lutaseðlar við vinningum fyri milliónaupphædd, kann løna einum fulltíðarsettum donskum venjara.
Men eitt lítið bygdarfelag, sum hevur bæði hondbólt og fótbólt umframt kappróður at forsvara, hevur ongan møguleika.
Lítla felagið skal syrgja fyri at fáa ungdómsvenjarar, sum av tilvild eru útlendskir - eingin føroyingur fæst - til fótbóltin. Felagið noyðist, um hondbóltsliðið skal mannast, at fáa útlendskar leikarar, sum, uttan at taka nakað frá nøkrum øðrum, hava verið við til at hækkað støðið. Felagið hevur kappróðrarbátar, sum skulu haldast viðlíka.
Umframt hevur felagið part av vallarrakstri at forsvara. Felagshúsið skal haldast. Og alneyðugt er við neysti til kappróðrarbátarnar. Tað verður ikki minsta takið.
Tá so stóru feløgini samstundis liggja sum fluga á lorti eftir hvørjari nýggjari stjørnu, sum tendrast í hesum smáu feløgunum - umframt at tey fara við útlendingunum eisini, eftir at onnur hava havt stríð og útreiðslur av at fáa tey til landið - ja, so hava hesi smáu ongan møguleika at gera seg galdandi ítróttarliga. Harvið hvørvur eisini áhugin fyri feløgunum, sum so detta burtur ímillum. Tað verður lítið áhugavert við eini landskapping við einum fýra liðum í vaksnamannadeildunum.
Skal tað so gerast so tvørligt, at vælviljaðu vinnuvirkini á staðnum ikki sleppa at hava tey útlendsku ítróttarfólkini til arbeiðis eitt hálvt ár ella so í part, lækkar støðið beinanveg. Tí hvør skal fáa til vega hendan peningin, sum leikarar skulu hava fyri at sleppa at halda støðinum uppi?
Taka vit Vágar sum dømi, kann vísast á, at í oynni eru tíggju ítróttarfeløg og minst sama tal av øðrum áhugafeløgum og bólkum, sum skulu kappast um somu fólkini til bingo, dans, køkutombola, neytalortar og Guð viti hvat.
Tað er greitt, at eingin vil geva seg, og tískil liggja tey flestu eftirá. Tann, sum so hórar undan, hevur kortini ongan møguleika at klára seg í kappingini við tey stóru feløgini við breiða fólkagrundarlagnum, sum kunnu keypa 20.000 lutaseðlar.
Væl vitandi, at landsstýrismaðurin hevur eina greiða útlendingalóg at halda seg til, verður mín áheitan kortini, at hann roynir at fáa eitthvørt undantak, eins og undanmaður hansara var í ferð við, soleiðis at hesin avmarkaði bólkurin av fólki sleppur at halda fram við tí virki, sum byrjað er. Nevniliga at hjálpa til at lyfta ítróttarliga støði okkara at altjóða hæddum.
Okkum dámar væl at reypa. Men sum nú sær út, kann skjótt henda, at einki verður at reypa av.