Aftur í ár fara tey í Kvívíkar kommunu at skipa fyri tí tey rópa síðsummarhugna við bátahylin á Válinum, og í ár verður tiltakið hin 16. september.
Á skránni verður ymiskt spennandi, og í kommununi siga tey, at neyva skráin fyri hugnan verður lýst seinni.
- Eins og í fjør eru fólk, sum hava hug at selja okkurt, vælkomin. Seljast kann úr onkrum báti, viðførisrúmi á bili - ella á onkran heilt annan hátt.
Tað siga tey í Kvívíkar kommunu, har tað er trivnaðarnevndin í kommununi, sum hevur ábyrgdina av tiltakinum.
- Fólk, sum kundu hugsað sær at selt okkurt, kunnu siga frá, so lýsast kann við hesum, áðrenn tiltakið verður.
Lagt verður aftrat, at um onkur hevur hug at hava matarsølu, eru tey eisini vælkomin at seta seg í samband við forkvinnuna í trivnaðarnevndini.
- Vit veita streymin og møguliga eitt lítið tjald til matarsølu. Freistin at boða frá ætlaðari sølu er hin 6. september.
Í Kvívíkar kommunu siga tey, at um fólk eru í iva um okkurt í samband við tiltakið, kann teldupostur sendast til [email protected].