Bjarging
Nýggi bjargingarbáturin Lív er 12 metrar langur og kemur soleiðis ikki undir serliga strong krøv hjá Skipaeftirlitinum.
- Vit fingu at vita frá Skipaeftirlitinum, tá vit lótu bátin byggja, at báturin ikki er undir teirra eftirliti, men kortini gjørdu vit av at hava Skipaeftirlitið við í tilrættaleggingini og allari byggingini. Tískil er báturin, nú hann er komin higar til lands, eisini góðkendur.
Tað sigur Edvard Kjeld, nevndarlimir í Havnar Bjargingarfelag, sum vegna bjargingarfeløgini er takksamur fyri vælvildina og samstarvið, sum verið hevur við Skipaeftirlitið.
Undir byggingini hevði Edvard eftirlitið við tí maskintøkniliga, meðan Jens Hansen, sum eisini er í nevndini í Havnar Bjargingarfelag og hevur umsjónina við bátinum, í fyrsta lagi hevði ábyrgdina av tí nautiska.
Edvard sigur, at alt arbeiði, sum bjargingarfeløgini gera, er ókeypis, og soleiðis er eisini við umsjónini av bátinum.
- Okkara limir fara frá húsi og heimi at hjálpa øðrum, tá boð eru eftir okkum, og tí vilja vit eisini tryggja okkum og teimum, vit veita hjálp, sum best. Ein kompensatión fyri okkara tænastu er, at limir sleppa ókeypis á skeið.
Hann sigur, at tað er eitt krav, sum bjargingarfeløgini seta, at skiparin á Lív í minsta lagi hevur dugnaskaparroynd í sigling, og at motorpassarin í minsta lagi hevur havt skeið í motorlæru. Allir skulu hava verið á trygdarskeiði.
- Hetta eru førleikakrøv, sum vit seta, og tí fáa teir, sum brúka tíð upp á hesar útbúgvingar og skeiðvirksemi, hesi ókeypis, sigur Edvard.
Lív hevur tveir scania-motorar, sum eru 500 hk. hvør. Hesir motorar eru sera væl dámdir og nógv brúktir umborð á bjargingarbátum av hesum slagi.
- Lív er ógvuliga góður at arbeiða við. Báturin kann á sløttum sjógvi og ongum ráki sigla tvær míl um tíman eftir síðuni. Hann hevur eisini tað, sum rópt verður ”krasj-stop”, sum merkir, at Lív við fullari ferð kann liggja stillur upp á næstan onga tíð – ella bert upp á longdina á bátinum sjálvum, sigur Edvard Kjeld.