Hugsjónarmaðurin Hensar Ellingsgaard farin

Mánadagin komu deyðsboðini av Hensari Ellingsgaard. Hann hevur verið illa sjúkur leingi, og bundin at song og koyristóli, hjálp og umsorgan, og illa darvaður av støðugt viknandi samskiftisførleika við onnur. Tó kendust boðini sum ein sviði. Ein vinmaður í eitt mannaminni var farin.

Hensar kom til Sandavágs at læra til bakara, tá ið eg var lítil smádrongur. Onkuntíð sendi mamma meg norð til Rigmor at keypa vinarbreyð, og tá var Hensar viðhvørt í handlinum.

Tá ið eg sá hann aftur, var hann framburðshugaður og væl lýddur fyrstilærari norðuri á Viðareiði og seinni lærari og skúlastjóri vesturi í Sørvági.

Tíðliga í sjeytiárunum vóru vit eitt skifti samstundis niðri í Danmark í lestrarørindum og sóust javnan.

Tað árið var stór skúlamessa í Brussels, og vit løgdu avstað, tríggir føroyskir lærarar, við kampingbili úr Keypmannahavn, at síggja tað nýggjasta, sum Europa hevði at bjóða av innbúgvi, amboðum, tólum og undirvísingartilfari.

Hensar fylgdi væl við í tí sum hendi á skúlaøkinum í londunum uttanum okkum, og fáir lærarar í okkara ættarliði munnu hava lisið so nógvar pedagogiskar bókmentir sum hann. Hann gjørdi meg ofta bilsnan við síni stóru og víttfevnandi vitan og sínum hugburði til pedagogiskt arbeiði. Barnsins frami var altíð fremst í huga hansara. Í sínum hugsjónum um skúla, undirvísing og uppaling var hann langt frammanfyri sína tíð, og hevði sítt knoss við at fremja nakrar av hesum tonkum í verki, sjálvt tá ið hann í bestu mandómsárum kom á ovastu rók í útbúgvingarverkinum, fyrst sum fultrúi í Landsskúlafyrisitingini og seinni sum landsskúlastjóri.

Afturhaldið vildi øðrvísi enn hann, og afturhaldið er sterkasta vald í Føroyum, tað hevur so mangur framtakshugaður føroyingur sannað.

Hann segði tað so rámandi sjálvur einaferð í 70-árunum. Vit høvdu fingið nýggjar karmar um virksemið í 10. flokki. Hann lýsti støðuna við einum setningi og segði: “og so settu vit gomlu hurðina í aftur”.

Hensar var arbeiðsamur sum fáur, setti seg væl inn í øll mál, og hann var skjótur at avgreiða tað, sum hann hevði við at gera. Smidligur í huga og verki. Tol og tolsemi merktu hansara samband við onnur.

Hensar fór frá fyri aldur fyri 8 árum síðani og gleddi seg til at fáa stundir til tað, sum hevði ligið á láni í einum virknum arbeiðsgerandisdegi. Men vit vita ikki, hvat ið liggur og lúrir eftir okkum. Hensar fekk ikki heilsuligar umstøður at vera virkin hesi seinastu árini.

Hugin leitar tíl tín, Gretu, sum hevur mist so nógv, og til genturnar, abbabørn og tykkara næstu.

Hvíl í friði, góði vinur. Tú hevur sett spor eftir teg í okkum, sum kendu teg.


Pauli Nielsen