Hugstoytandi harmaljóð frá Landsfelag Pensjonista

- um nýggja sjúkratrygging, ið júst pensjonistarnir fáa størstu fyrimunirnar av!

Endiliga - eftir 15 ára togarí verður nú framdur ein nútímans reformur av avoldaðu sjúkrakassaskipanini:
stigið: 1. jan. 2010 verða sjúkrakassarnir tiknir av og nýggj almenn heilsutrygd sett á stovn, sum tekur burtur ójavna gjaldið í ymisku økjunum.
stigið: 1. apr. 2010 verður nýggj samhaldsføst tilskotsskipan til heilivág sett í verk.
stigið: 1. jan. 2011 fáa allir føroyingar nýtt altjóða heilsutrygdarprógv.
stigið: 1. jan. 2011 verður heilivágsskipanin hjá apoteksverkinum samanbundin við elektronisku heilsuskipanina hjá kommunulæknunum og sjúkrahúsverkinum.
stigið: 1. jan. 2012 verða persónligu gjøldini til heilsutrygdina tikin av og flutt inn í samhaldsføstu landsskattafíggingina

Fyrsta almenna - og ófatiliga negativa - viðmerkingin hjá Landsfelag Pensjonista til henda stórfingna reformin er tíðindaskriv undir herrópinum: ”Landsfelag Pensjónista mótmælir og harmast um, at skipanin um heilsutrygd vendir tunga endan niðureftir.”

Tey við størsta tørvinum fáa størstu fyrimunirnar!
Fyri lítlum ári síðani, meðan undirritaði enn var landsstýrismaður í heilsumálum, fóru vit undir arbeiðið at gera eina nýggja sjúkratrygging at koma ístaðin fyri avoldaðu sjúkrakassaskipanina. Nú eg síggja lidna uppskotið, ið nýggi landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur sent til hoyringar, eri eg ógviliga fegin um, at tað er blivið enn betri – við enn fleiri fyrimunum til teirra, ið hava størstan tørvin á stuðuli – og fram um alt eru fyrimunirnir størstir fyri pensjonistarnar!

Tí er ógviliga hugstoytandi – og óskiljandi - at hoyra og lesa almennu viðmerkingina frá Landsfelag Pensjonista, sum onki annað er enn eitt ósakligt, kolasvart harmaljóð.

Hámarkið fyri heilivág hjá pensjonistum fer niður í 1195 kr. um árið!
Verður nýggja sjúkratryggingin – ið skal bera vakra heitið ”Heilsutrygd” - til veruleika, so fær ongin so nógv burturúr sum júst pensjonistarnir. Tí í uppskotinum er eisini innbygd ein nýggj tilskotsskipan til heilivág, sum fer at minkað hægsta gjaldið hjá øllum fólkapensjonistum (og børnum undir 18 ár) heilt niður í 1195 kr. um árið – svarandi til 99,58 kr. um mánaðin!

Harumframt fáa pensjonistar stuðulin aftur til ískoytisheilivág!
Øll vita um harðliga kritikkin av avgerðini hjá landsstýriskvinnuni í almannamálum, tá stuðulin til ávís heilivágsískoyti varð tikin burtur 1. jan. 2009. Hetta snýr seg m.a. um ávís sløg av kostískoyti, sum m.a. bæði fólka- og fyritíðarpensjonistar hava fyri neyðini. Tað snýr seg m.a. um serlig ískoyti av vitaminum og mineralum, um serlig kostískoyti til diabetikarar, um pínutablettir, allergitablettir, eygnaheilivág o.s.fr. Haraftrat er ymiskur heilivágslíknandi útbúnaður, sum fólka- og fyritíðarpensjonistar eisini hava mist stuðulin til. Og sum ein av størstu trupulleikunum, sum hevur verið framførdur, er misti stuðulin til ávísan heilivág til eldri demenssjúklingar, ið er serstakliga kostnaðarmikil.

Við nýggju sjúkratryggingarskipanini, Heilsutrygd, verður møguligt aftur at innføra stuðulin til tað mesta av hesum ískoytisheilivági! Her fara apoteks- og heilsuverkið at gera ein positivlista, sum vísir á, hvørjar av hesum vørum tann einstaki fólka- og fyritíðarpensjonisturin, eins og onnur varandi sjúk, kunnu fáa stuðul til eftir tilmæli frá kommunulækna.

Hevur Landsfelag Pensjonista kikaran fyri blinda eygað?
Eg haldi – álvaratos - at Landsfelag Pensjonista hevur havt kikaran fyri tað blinda eygað, tá tey nú skjóta við skørpum eftir nýggju sjúkratryggingarskipanini, Heilsutrygd. Landsfelagið (ella kanska tann, sum hevur skrivað tíðindaskrivið fyri nevndina í Landsfelagnum) hevur start seg blindan uppá hetta eina, at gjaldið ikki beinanveginvegin, longu nú 1. jan 2010 fer inn í skattin. Og ritarin hevur so sett allar hinar veldugu fyrimunirnar til viks! Tað tykir mær rættiliga óreiðiligt. Og eisini óklókt í mun til áhugamálini hjá Landsfelag Pensjonista. Tað er rætt, at tað ikki stendur í sjálvum lógaruppskotinum, at gjaldið fer inn í skattin 1. jan 2012. Men lógaruppskotið snýr seg bert um broytingarnar, sum verða settar í verk nú í komandi árið. Tær eftirfylgjandi broytingarnar – m.a. at gjaldið fer inn í skattin – tað stendur greitt og skilliga í viðmerkingunum til uppskotið, ið lýsir allar broytingarnar sum eina tilgongd, ið tekur 2 ár at fremja.

Tvey ár at fáa útreiðsluna uppá 100 mió inn á fíggjarlógina
Fyrsta og avgerandi treytin fyri, at gamla sjúkrakassagjaldið kann leggjast inn í skattin, er júst at avoldaða sjúkrakassaskipanin verður tikin av, og ein nýggj almenn Heilsutrygd verður sett á stovn ístaðin. Tann fortreytin verður skapt við hesum lógaruppskotinum. Síðani skal skipanin gerast – og ikki minst fíggjarligu fyritreytirnar skapast, fyri at alt gjaldið fyri sjúkratryggingina – tað er meir enn 100 mió. kr.um árið! - verður tikið inn á fíggjarlógina. Og tað veit ein og hvør, at í hesum døgum merkja 100 mió meir inn á fíggjarlógina eitt av trimum:
Antin 100 mió í skattahækkingum.
Ella 100 mió meir í hallið á fíggjarlógini.
Ella 100 mió meir í sparingum ymsastaðni í samfelagnum, har tað svíður nóg hart sum er.
Men samgongan hevur gjørt av – og tað hava vit skrivað inn í tekstin til viðmerkingarnar til lógaruppskotið – at í seinasta lagi um tvey ár taka vit hetta ódnartakið, at taka sjúkratryggingina inn á fíggjarlógina, so hon verður goldin yvir tann samhaldsfasta landsskattin. M.a. við teirri avleiðing, at pensjonistar og onnur við lægst inntøkunum sleppa mest sum heilt undan at gjalda fyri sjúkratryggingina.

Ongin átti at fegnast meir enn júst Landsfelag Pensjonista!
Vit eiga at frøast um nýggju sjúkratryggingina, sum nú er á veg í Løgtingið. Og ongin átti at verið meira fegin og positivur enn Landsfelag Pensjonista – ongin átti meir enn Landsfelag Pensjonista at fegnast um, at hendan tilgongdin, sum tað hevur verið tosað úrslitaleyst um í eini 10-15 ár, nú verður sett á verk. Fyrstu stóru stigini longu í komandi ári – og síðani framt til fulnar stigvíst tey næstu tvey árini.

Eg ynski partamanninum, Akseli V. Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum, Heilsumálaráðnum og Løgtingsins Trivnaðarnevnd eina hepna hond við at føra hesa stórfingnu ætlan heilt á mál!