Hugtakandi faldari skal lokka fólk til Føroya

Fólk eru áhugað í fólki, og tí hevur Sansir valt kendar føroyingar at prýða faldaran, sum skal lokka útlendingar til Føroya.

Í sambandi við átakið, sum Uttanríkisráðið gjøgdi í fjør, har Simon Anholt varð biðin um at greina út, hvussu vit suldu branda Føroyar, var kapping skrivað út at gera ein faldara, sum skal lokka útlendingar til Føroya.
Sansir vann kappingina, og nú liggur faldarin klárur at senda út.
»Simon Anholt sigur, at fólk áhugað í fólkum. Hann meinar, at flestu lond og býir ofta gera ein stóran feil við bara at vísa á deyð ting so sum bygningar og fjøll, tá fólk í roynd og veru eru mest áhugað í øðrum fólkum. Sansir valdu Eivør, Guðrun & Guðrun, Sunleif Rasmussen, Rannvá Kunoy, Barbaru í Gongini, Teit, Týr og harafturat kom so føroyska landsliðið. Alt fólk vit kunnu verða stolt av í Føroyum«, siga Sansir.
Náttúruvakrar myndir vísa Føroyar, sum tað tølandi og mystiska landið, ið eins væl kundi verið Shangri-la.
Eivør Pálsdóttir er júst komin at landi á fríðu strondini í opnum báti. Lesarin sær tey trý eyðkennini, sum sermerkja Føroyar: Landið, havið og himmalin.
Mátin hon situr í bátinum kann leiða tankarnar yvir á føðingina hjá Venus av listamálaranum Botticelli, sigur Sansir.
Í faldaranum eru Guðrun og Guðrun farnar ein gongutúr og eru steðgaðar á at njóta útsýnið. Útsýnið er ein fyri útlendingar dramatisk mynd úr Gásadali. National Geographic Traveler vísir eisini á óspiltu náttúruna og fossarnar sum eitt ómetaligt tilfeingi saman við at Føroyrar ikki eru yvirrendar av turistum.

Geva sær stundir
Triðja temaðið er fuglalívið, sum hevur serligan áhuga hjá nógvum fólkum kring heimin. Føroyar eru eitt sætt fuglaparadís. Her ber til at koma nær við túsundtals fuglar. Ein ógloymandi sjón fyri tey flestu. Mitt í fuglalandi stendur Sunleif Rasmussen og stjórnar náttúruni. Íblásturin til hesa mynd kemur úr hansara stórverki Oceanic days.
Fjórða myndin kemur úr serliga føroyska arkitekturinum við flagtøkum. Nakað sum flestir útlendingar leggja merki til, tá tey koma hendan vegin. Rannvá situr í einum kvisti, sum kundi verið hennara atelier ella hennara heim og tosar við ein mann, sum er komin at sláa takið.
Fimta temaði er sjófisking. Eitt evni, sum hevur stóran áhuga hjá ávísum málbólkum úti í heimi. Týr eru farnir út at fiska við Norðlýsinum og hava fingið ein stóran kalva. Ein tekur mynd av veiðimonnunum fyri at varðveita løtuna í framtíðini.
Sætta myndin hevur tíðina sum tema. Tað at føroyingar geva sær góðar stundir. Eitt fyribrygdi, sum kemur av, at vit eru bundin at náttúruni og mugu laga okkum eftir henni. Í ferðamannahøpi er hetta ein dygd, sum bæði Simon Anholt og National Geographic gera vart við. Ein dygd, sum er burturi í stórbýunum, har alt kann kontrollerast og alt hevur skund. Á myndini er Barbara í Gongini saman við einum fult stylaðum modelli steðgað upp mitt í einum seyðafylgi. Barbara og modellin sita á einari eldri motorsúklu við síðuvogni í Saksun.

Serstøk mentan
Havnin sum høvuðsstaður er temaði í sjeyndu myndini. Myndin vísir Havnina úr Vágsbotni við stuttleikabátunum, kafeunum og Havnar Kirkju. Á myndini síggjast nakrir av landsliðnum, sum eru farnir í býin eftir ein vunnan fótbóltsdyst. Teir spæla sær við bóltum og njóta lívið meðan ein ungur drongur er komin at biða um autograf.
Seinasta temaði er mentanin, sum í Føroyum er heilt serstøk. Mentanin verður víst við føroyskum dansi, har allir dansararnir eru væl klæddir í føroyskum klæðum. Júst gomlu mentanina, sum føroyingar hava varðveitt, vísa bæði Simon Anholt og Nationalgeographic á sum nakað heilt serligt. Saman við dansinum vísa vit Teit, sum er ein føroyskur singer/songwriter, sum í sínum sangum ofta skrivar um tað lokala í einari globaliseraðari verð.
Við hesum átta temaum vísir imagefaldarin nakarar síður av Føroyum, sum út frá frágreiðingini hjá Simon Anholt eru sera áhugaverd fyri ferðafólk og samstundis hava vit víst nøkur kend føroysk andlit, sum vit kunnu verða stolt av, siga Sansir.