Hugtakandi ?Rekalist?

Tað finst neyvan nakað heiti fyri forvitnisligu listaverkini, sum ungi listamaðurin Sámal Blak sýnir fram í Mentamálaráðnum komandi mánaðirnar. Men nýskapandi er tað í øllum førum, tá Sámal fær gomul rekapetti at spæla saman við máling og íblástri úr frumsøgnum

Listarligu ættarbondini smæðast ikki burtur í eftirnavninum hjá unga listamanninum. Men hóast hann eisini er tónleikari, er tað sum myndlistamann vit serliga kenna Sámal Blak, sum mikudagin letur upp framsýning við nýggjum verkum í Mentamálaráðnum. Umframt eina røð av akvarellmyndum eru umleið helvtin av myndunum málaðar á rekavið, sum listamaðurin hevur savnað gjøgnum longri tíð.
Borðið varð til list
- Upprunaliga ætlaði eg at gera eitt borð við trimum góðum rekabjálkum, eg hevði funnið í fjøruni. Tað bleiv so ikki til nakað beinavegin. Eg helt teir eisini vera so ótrúliga flottar í sær sjálvum, at eg fekk hug at gera okkurt meir listarligt við teir. Hugskotið til at brúka teir sum bakgrund at mála á kom mest sum av sær sjálvum, við líkasum at lata rekapettini sjálvi gera av, hvat tey skuldu blíva til, greiðir Sámal frá. Til dømis hevði tað eina pettið skap av einum kópi. Hetta pettið er nú við á framsýningini við heitinum ?Kópakonan?, har høvdaskapið á kópinum er vorðið til andlitið á Kópakonuni.
Tað hugtakandi við hesi ?rekalistini? er at síggja, hvussu Sámal fær lagað sítt listaliga hugflog til skapið, áringarnar, trævevnaðin og nátúrligu mynstrini í rekaviðinum ? og øvut. Hetta ?formatið?, sum listamaðurin nevnir tað, setur nakrar avmarkingar fyri, hvat tú kanst gera, men setur samstundis  uppaftur fleiri tankar í gongd um, hvørjir møguleikar kortini liggja fjaldir í rekaviðinum.
- Í hvørjum einasta petti liggur ein nýggj og spennandi avbjóðing, og hóast tú kanst hava tíni hugskot frá byrjan, ber tað sjáldan til at siga, hvat tað endar við, tá tú veruliga byrjar at hyggja at og arbeiða við viðinum, sigur Sámal, sum serliga fær íblástur frá frumsøgnum og ævintýrheiminum.
Listarligur uppvøkstur
Evnini at síggja eitt møguligt listaverk í gomlum træpettum hanga uttan iva saman við serliga góða eygað, listamaðurin eisini hevur fyri standmyndum, sum hann eisini hevur roynt seg nógv við. Aftaná studentaskúlan var Sámal eitt skifti á høggmyndaskúlanum ?The Frink School of Figurative Sculpture? í Stoke-on-Trent í Onglandi, og hansara standmyndir hava vakt ans bæði á Ólavsøkuframsýningini og Várframsýningini.
Sámal hevur altíð fingist vit ymiskt listarligt í frítíðini, men kom av álvara í gongd í tí dynamiska listaumhvørvinum í Heinesens húsi, har Bent Bruun stovnaði listaverkstað fyri ung. Harumframt hevur Sámal fingið undirvísing í Føroyum frá ymsum føroyskum listafólkum, teirra millum Guðrið Poulsen, Andreas Andreassen og Jógvan Biskupstøð. Sámal hevur eisini gjørt pallmyndir og skortar til sjónleik umframt fleiri listaverk til ymiskar fløguhúsar, sum Plátufelagið Tutl hevur givið út. Eitt listaverk, sum varð gjørt til fløguna ?Úr holminum?, er við á framsýningini í Mentamálaráðnum.
- Jú, eg havi fingist við nógv ymiskt listarligt, og alt hevur tað uttan iva havt sína ávirkan onkusvegna. Men tað er ivasamt, hvat tað hevði blivið til uttan stuðulin og íblásturin frá familjuni, har mestsum øll eru sera virkin í tí tónlistarliga umhvørvinum, sigur Sámal.
Framsýningin hjá Sámali letur upp mikudagin 23. mars kl. 15, har pápin Kristian Blak og beiggin Mikael Blak eisini spæla tónleik.
Framsýningin er opin fram til 30. juni
Myndtxt
Blak
Mikudagin fer ungi listamaðurin Sámal Blak millum annað at sýna nøkur sera forvitnislig listaverk úr rekaviði fram í Mentamálaráðnum