Hugues Naponick Nanmi til NSÍ

NSÍ hevur gjørt sáttmála við 27 ára gamlan verjuleikara úr Kamrun. Harumframt hevur felagið gjørt ein trýára langan sáttmála við Christian Høgna Jacobsen, skrivar heimasíðan hjá NSÍ.

Hugues er miðverji og spælir í løtuni í næstbestu deildini í Indonesia, men hevur eisini roynt seg í Hong Kong. Samstundis sum sáttmáli er gjørdur við afrikanska leikaran, hevur NSÍ eisini tryggjað sær pappírini upp á ein av sínum egnu leikarum næstu trý árini.

Christian Høgni Jacobsen hevur nevniliga skrivað undir sáttmála, sum gongur heilt til kappingarársenda í 2014. Ein rættiliga langur sáttmáli eftir føroyskum mátistokki.