Hugvekjandi Várframsýning

Árliga Várframsýningin í Listaskálanum er fjølbroytt, forvitnislig og fangandi. Fríggjadagin klokkan 17 letur framsýningin fyri 18. ferð dyrnar upp fyri almenninginum. Í alt eru 17 listafólk sloppin gjøgnum nálareygað - eitt nú tvey nýggj og spennandi nøvn.

Í gjár almannakunngjørdi nevndin hjá Felagnum Føroysk Myndlistafólk, sum hevur valt listaverkini út til framsýningina, hepnu listafólkini, ið sleppa at sýna síni listaverk fram á Várframsýningini.
 
Felagið Føroysk Myndlistafólk hevur seinastu 18 árini havt eina árliga Várframsýning í Listaskálanum. Hvørt ár ger felagið eina nevnd við trimum limum, ið serliga tekur sær av Várframsýningini. Í ár sita Edward Fuglø, Rannvá Mortensen og Ingi Joensen í nevndini. Hetta er annað árið hjá Inga, meðan bæði Edward og Rannvá eru nývald. Seinastu tíðina hava hesi trý arbeitt dúgliga fyri at fáa framsýningina upp á pláss, og tá Sosialurin prátaði við tey í gjár vantaði lítið í:

- Vit hava gingið høgt upp í hetta arbeiðið, og tað hevur verið sera trupult at velja listaverkini út. Men vit eru væl nøgd við endaliga úrslitið, sigur Ingi Joensen, nevndarlimur.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Freistin at lata listaverk inn til framsýningina var sunnudagin. Tá avtornaði høvdu í alt 25 listafólk sent inn, og í gjár frættu tey 17 listafólkini, ið eru sloppin við á framsýningina, boðina í einum brævi:
- Tað er stuttligt at síggja, hvussu fjølbroytt listaverkini eru, sum eru komin inn. Vit hava viðgjørt bæði roynd og óroynd listafólk í eins stórum álvara. Onkur hevði helst valt at seta framsýningina saman á annan hátt, men vit hava lagt serligan dent á at geva øllum gott pláss og at samanhangur er millum øll listaverkini. Áður hava framsýningar verið grundaðar á sølu, men í ár sýna øll listafólkini fram á jøvnum føti. - Eingin nýggj listaverk eru krógvað í einum króki, sigur Edward Fuglø.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Nýggj nøvn
Fleiri av teimum, ið hava fingið at vita, at tey ikki sleppa við á framsýningina, eru eyðvitað vónsvikin, men millum teirra, ið hava fingið boðini um, at teirra verk eru við, eru eitt nú tveir sera glaðir, ungir og nýggir listamenn, vit ikki áður hava hoyrt um í hesum høpi:
 
- Vit hava valt at taka tvey spildurnýggj nøvn við á Várframsýningina. Tað eru tveir sera dugnaligir listamenn  Bárður Dal Christiansen og Jóhan Martin Christiansen, ið báðir hava fingið sera gott pláss í framsýningarhøllini.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Bárður og Jóhan Martin
Bárður Dal Christiansen er 21 ára gamal og uppvaksin í Havn og Århus. Hann hevur alt sítt lív teknað nógv, men byrjaði at mála fyri nøkrum árum síðani og fór eitt nú á Listaháskúlan í Thorstedlund í eitt hálvt ár í fjør. Listaverkini hjá Bárði eru modernað og eitt vet hugkveikt av grafitti:
 
- Eg eri sera glaður fyri at vera komin við á framsýningina. Mamma og daman hjá mær eggjaðu meg til at senda nøkur listaverk inn, men eg eri fullkomiliga tikin á bóli av, at eg skuldi vera so heppin at sleppa gjøgnum nálareygað. Hetta er ein stórur møguleiki fyri meg. Á henda hátt fái eg at vita, um fólki dámar tað, eg geri, og møguliga sleppi eg eisini at sýna enn meira fram í framtíðini.  Hetta er stórt, sigur Bárður.
 
Jóhan Martin Christiansen hevur alt sítt lív verið sera áhugaður í at mála og eyðvitað havt eyga fyri hesum. Ein kvinna, ið stóran part av hansara lívi hevur givið honum stóran íblástur, er Ása av Reyni, ið var lærari hjá honum eitt tíðarskeið. Síðan tá hevur Jóhan Martin gingið nógv á kvøldskúla  eitt nú hjá Arngerð Joensen og Jónu Rasmussen. Í fólkaskúlanum fór Jóhan Martin í starvsvenjing hjá Torbirni Olsen, har hann somuleiðis fekk góðan lærdóm og íblástur.
 
Jóhan Martin hevur eina lítla starvsstovu á kaiini á Bacalao og nýtir nógvar tímar um vikuna har. Sìðan Jóhan Martin var 14 ára gamal, hevur hann javnan selt málningar.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Framtíðin í føroyskari list
Á Várframsýningini hava bæði Bárður og Jóhan Martin fingið sera gott pláss til sínar málningar í framsýningarhøllini. Eitt nú er stuttligt at síggja, at Jóhan Martin hevur fingið heilar fimm málningar við á framsýningina, ið hava fingið meira pláss á framsýningini enn eitt nú málningarnir hjá Kára Svenssyni, ið hevur luttikið á Várframsýningini seinastu 20 árini:
 
- Tað er herligt at síggja, at ungir nýggir listamenn hava fingið so góðar umstøður á Várframsýningini í ár. Báðir eru teir sera dugnaligir og eitt gott boð upp á framtíðina í føroyskari list, sigur Kári Svensson.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Várframsýningin hongur í Listaskálanum frá fríggjadegnum 7. apríl og fram til 6. mai.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$--
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Listafólk, ið sýna fram á Várframsýningini í ár:
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
-         <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Archibal Black
-         <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Aase Bømler Olsen
-         <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Pól Skarðenni
-         <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Ásla Rannvá Svensson
-         <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Anna Katrina Højgaard
-         <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Arnold Vegghamar
-         <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Jóhan Martin Christiansen
-         <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Astri Luihn
-         <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Bárður Dal Christiansen
-         <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Kári Svensson
-         <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen
-         <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Jógvan Biskupstø
-         <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Vígdis Petersen
-         <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Marianna Gjógvará
-         <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Eyðun av Reyni
-         <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Ole Wick
-         <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Amariel Noyðoy