Humble Cry á festival í Prag

Bæði bólkurin Humble Cry og kórið TenSing fara í august til Tjekkia, har tey fara at royna seg á einum festivali í høvuðstaðnum. Bólkurin Humble Cry varð stovnaður í mars mánað í 2007 og hevur mest verið at hoyrt til kristilig tiltøk og konsertir her heima. Millum annað spældi Humble Cry á Fjarðafestivalinum 2007.

 

Bólkurin, ið er mannaður av Ingmar Berg Mikkelsen, Sámal Jákup Jakobsen, Meinhard Reinert Hansen, Torkil Petersen, Jóhan Kristian Dam og William Quinn Olsen, spælir alt frá rokki til ?kærleiks-tónleik?.

 

Framførslurnar til festivalin vórðu lagdar til rættis, eftir at Meinhard Reinert Hansen setti seg í samband við ein KFUM-festival, so at TenSing kórið kundi fáa møguleikan at luttaka á hesum festivalinum.

Stutt eftir varð Humble Cry eisini komnir á skránna á festivalinum, ið verður hildin í Prag 3.-9. august. Humble Cry fer tí bæði at framføra sum bólkur, men eisini sum tónleikarar hjá TenSing.

 

Limirnir í Humble Cry gleða seg sjálvsagt nógv til framførsluna, ið møguliga fer at lata nakrar dyr upp fyri bólkinum.

- Hetta síggja vit sjálvir sum ein stóran møguleika, sum antin kann verða eitt ?once in a life time?-upplivilsi, men sum eisini møguliga er ein byrjan til eina karrieru, greiðir Sámal Jákup Jakobsen frá.

 

 

Humble Cry kunnu hoyrast í Fuglafirði í kvøld, har teir fara at framføra í missiónshúsinum Thabor kl. 21.

 

Til ber at lesa um festivalin á www.ymca2008.com