Hummaramálið ein skomm

Í fimm ár hava nakrir einstaklingar havt eitt sakarmál hangandi yvir høvdinum, tí teir ótu livandi hummara, sum tað verður gjørt summa staðni í Asia.

Um hetta kunnu fólk meina, hvat tey vilja, men nakað landsmál er tað ikki, at onkur etur ein hummara livandi.

Fyriuttan, at tað er forkasteligt, at borgarar skulu vera forfylgdir yvir smálutir á henda hátt í so langa tíð, so eiga vit eisini at hugsa um ressoursuspillið. Fimm samfull ár, har nógvir pengar og nógv tíð hjá ákæruvaldi og sakførarum eru farin til hetta mál.

Hví? Hvør hevur ábyrgdina?

Kann tað hugsast, at vit í okkara skipan hava fólk, sum ikki ómaka sær at hyggja út gjøgnum gluggan fyri at vita, hvar tey eru stødd í verðini? Er tað í tráð við føroyska lóg og fólkavilja at rættarsøkja fólk á henda hátt yvir bagatellir?

Vit kunnu bara staðfesta, at onkur hevur malið tað, sum í ringasta føri var ein stormur í einum vatnglasi, til eitt stórt alment mál, sum bara hevur kostað. Her eru eingir vinnarar.

Teir ákærdu persónarnir kunnu vera glaðir, tí at teir langt um leingi vóru reinsaðir, men lítið man vera at ivast í, at øll vildu helst verið slíkt mál fyriuttan. Umdømi okkara sum rættarsamfelag er so ikki batnað av hesum.

Nú kemur so spurningurin, hvørjar avleiðingarnar vera av hesum máli. Tað má sigast at vera sera vánalig dømikraft onkunstaðni í okkara skipan, tá eitt bagatellmál um nakrar hummarar kann vinda so nógv uppá seg, at tað tekur fumm ár og nógva tíð og kreftir at loysa. Harafturat er tað ein stór skomm fyri okkum sum civiliserað land, at borgarar skulu hanga í leysum lofti á henda hátt í áravís av einum slíkum bagatellmáli.

Um eingin avleiðing verður tikin onkunstaðni í almennu skipanini, so slíkt alment ressoursuspill ikki endurtekur seg, so kann fryktast fyri, at vit fyri framyvir koma at síggja fleiri mál av sama slag. Tað gagnar ikki nøkrum – heldur ikki djórunum.

Sosialurin