Hummarar á golfbreytini

Nú er eftir øllum at døma liðugt við teimum vanligu golfvognunum á golfbreytunum. Ein fyritøka er farin at gera Hummer og aðrar roadster útgávur sum golfvognar

Á stórum golfbreytum uttanlands er vanligt at sígga elektriskar vognar, sum verða nýttir til at flyta golfspælarar og útgerðina runt á økinum. Hesir vognar eru ofta nokk so anonymir og síggja ikki út av so nógvum.


Ein fyritøka í Onglandi, ið nevnist Mini Hummer Europe Ltd., er við loyvi frá General Motors farin at gera elektriskar Hummer golfvognar í ymiskum modellum. Vognarnir vera designaðir eftir egnum ynski.


Umframt Hummer gera teir eisini ymiskar roadster útgávur í gomlum sniði. Annars eru teir eisini í ferð við at framleiða Cadillac golfvognar.


Kanska hevði tað verið eitt hugskot at kontakta VW-konsernina og gera VW Golf sum golfvognar.