Húnaklettur er "moderniseraður"

Tað er ikki vanligt, at seiðapláss verða nútímansgjørd, men nú hava nólsoyingar "moderniserað" Húnaklett.

Í flestu bygdum munnu vera seiðapláss, har menn og onkuntíð eisini kvinnur plagdu at standa á seiðabergi við vanligari bambustráðu og pilki.

 

Soleiðis er eisini í Nólsoy, har seiðaplássini eru fleiri. Undir Bátatúgvuni er fyrsta seiðaplássið, og siðan eru fleiri longur norður eftir fjøruni.

 

Eitt av hesum seiðaplássum - tað syðsta - er Húnaklettur. Her hevur verið eitt sindur keðiligt at staðið, tá vátt er í veðrinum. Tá kann kletturin gerast hálur.

 

Men, nú hava nólsoyingar, soleiðis sum viðheftu myndir vísa, lagt eina "brúgv" út á Húnaklett, soleiðis at maðurin, sum her stendur við tráðuni, stendur á sløttum.

 

Myndirnar, sum Pedda Hansen hevur tikið, vísa eisini, at fleiri mans vóru saman um at leggja jarnbrúnna út á Húnaklett.

 

Onkur viðmerkjari á facebooksíðuni - Nólsoy í myndum - heldur fyri, at nú er Húnaklettur vorðin "moderniseraður".