Eitt eiðisfólk kemur gangandi á vaglinum á Eiði. Brádliga koma ein maður, ein kvinna, ein lítil drongur og so eitt lítið lamb. Lambi gongur alla tíðina í hølunum á manninum. Tey síggja út sum, at hetta er tað vanligasta í heiminum. Men tað heldur eiðisfólkið ikki. Er hatta ein seyðahundur ella ein hundaseyður? Er hatta ein hundur í kroppinum hjá seyði, ella ein seyður, sum ger sum ein hundur?
Hetta er nakað flestu eiðisfólk hava upplivað seinastu mánaðirnar, tá Lambi hevur gingið túr saman við familjuni hjá sær. Makedonsku Veljko og Velika og soninum, Daniels Magnus Gjorgieski, sum altíð hevur búð í Føroyum. Hansara støða varð umrødd í Degi og Viku hjá Kringvarpinum í gjár.
- Vit munnu vera ein makedonsk familja við einum føroyskum lambi. Men Lambið er av skotskari ætt, og tí hevur tað borið til at læra tað at spæla fótbólt og at ganga túr saman við okkum. Tað er sum hundarnir í Skotlandi. Øgiliga gløgt. Og eg rokni ikki við, at tað ber til at læra villu føroysku seyðirnar at gera hesi tingini, greiðir Veljko Gjorgjieski, sum arbeiðir fyri Tórshavnar kommunu í Kollafirði, frá.
»Lambi«
Hetta lítla lambi, sum í løtuni býr við byrgingina uppi á vatni, sum SEV gjørdi fyri nógvum árum síðani. Hevur næstan frá fyrsta degi itið Lambi.
- Vit vistu at ungarnir hjá seyði eita lamb á føroyskum, og tá Lambi er eitt vanligt mannfólkanavn í Makedonia, so hildu vit tað vera púra náttúrligt at kalla tað fyri Lambi, sigur Veljko.
Á hálsinum á Lambi eru hundatekin... Seyðatekin?, har greitt verður frá, at hesin seyður eitur Lambi, at tað er Daniel Magnus Gjorgjieski, sum eigur seg, og at tað býr í Heimtúni nummar 7 á Eiði.
Betri enn hundur
Síðan Lambi kom til Eiðis, hevur tað verið undir venjing hvønn einasta dag, og tað hevur við sær, at tað kemur tá mann rópar og so dugir tað eisini at spæla bólt.
- Eg royndi at læra tað okkurt hvønn einasta dag eftir arbeiðstíð. Eg haldi eisini, at Lambi er betri enn nakar hundur, tí tað skikkar sær øgiliga væl, sigur Veljko.
Tað er eisini soleiðis, at fer Veljko ella Daniel Magnus at renna, so fylgir Lambi við. Júst sum um, familjan Gjorgjieski, var seyðafylgið hjá Lambi. Men tað er eisini eyðsýnt, at tað er Veljko, sum verður sæddur sum harrin í flokkinum.
Fylgir Veljko
Tað hava eisini verið dagar, har tað ikki hevur borið so væl til hjá Veljko at vera saman við hundaseyðinum, og tá hevur Velika roynt seg sum seyðavenjara, umframt at hava gingið úti við tí.
- Eg fór gangandi í bygdini, men so rýmdi tað bara. Ein maður, sum hevði fingið eitt sindur upp í høvdið bleiv við at rópa. »Far til mammu. Far til mammu.« so tað ber væl til at siga, at Lambi lurtar betur eftir manni mínum enn mær, sigur Velika, sum til fyri kortum hevur starvast á Norðís á Eiði.
Flutt heimani
Síðan 17. apríl hevur Lambi búð á Eiði, men fyri kortum flutti tað heimani.
- Tað búði inni hjá okkum, men tað bleiv ov stórt, og so bar ikki ordiliga til at hava tað gangandi, greiðir Veljko frá.
So nú gongur Lambi við Myllánna, sum rennir úr Eiðisvatni.
Veljko leggur afturat, at tey hava hugsað um, hvussu tey skulu gera við framtíðina hjá Lambi.
- Vit fara at geva tí mjólk fram til ólavsøku. So fara vit at geva tí gras, so Lambi kann gerast ein stórur og raskur seyður, sum aðrir seyðir veruliga kunnu síggja upp til, sigur Veljko og flennir.
Lambi!
Nú Lambi er flutt úr heiminum á Eiði, sum Veljko sjálvur hevur sett í stand fyri familjuna, so fer onkur í familjuni niðan at geva einar tríggjar ferðir um dagin.
- Tað er løgi. Lambi gongur á einum stykki, har ein rúgva av seyði er. Men tað gongur altíð ovast á stykkinum, óansæð um aðrir seyðir eru har ella ikki. Onkuntíð, so seti eg bilin niðri við vegin, og so rópi eg bara, og so kemur tað tuskandi omaneftir, greiðir hann frá.
Tað eru nakrir hundrað metrar frá ovast til niðast á stykkinum, samstundis sum ovasti parturin ikki sæst av landsvegnum.
- Men onkrar dagar hoyrir tað meg ikki, so tá má eg koyra niðan, fyri at geva tí mjólk. Tá veit eg eisini, at tað stendur ovast við hegnið og bíðar eftir mær. So plagi eg at geva, og so ganga vit ein túr, greiðir makedonin, sum hevur búð á Eiði í trý ár, frá.
Vil verða bóndi
Fýra ára gamli Daniel Magnus er eisini sera fegin um Lambi. Enntá so fegin, at hann vil gerast bóndi, tá hann verður stórur.
- Daniel Magnus plagar at tosa um, at vit skulu hava eina rúgvu av seyði, so hann kann verða ein ordiligur føroyskur bóndi. So tað hevði kanska verið eitt hugskot at byrja at keypa jørð, greiðir Veljko frá og flennir hjartaliga.
Men enn er Daniel Magnus lítil. Júst fyltur fýra ár. Og tað er ikki altíð eins lætt at vera útlendingur í Føroyum, og heldur ikki at vera av útlendskum uppruna.
- Í fjør mundi eg ikki sloppið at arbeiða, og í dag kemur politiið og sigur við meg, at sonur mín, sum er føddur í Føroyum, og enntá tvær ferðir hevur fingið nýtt pass tvær ferðir, ikki fær nýtt pass. Eg veit ikki, hvussu verður við tí, og eg haldi tað vera at gera gjøldur burturúr okkum. Daniel hevur altíð verið føroyingur við makedonskum foreldrum. Og nú hava vit verið her í sjey ár, og eru klár at gerast veruligir føroyingar, greiðir Veljko frá, áðrenn hann aftur kemur í tankar um Lambi.
Velika og Veljko fluttu úr Makedonia undan kríggi í 2001, og Dagur og Vika hevur kannað málið við Daniel Magnus.
Við Dag og Viku, hevur løgreglan sagt, at tað var eitt mistak at geva Daniel Magnus eitt danskt pass, tí minst annað av foreldrunum skal hava danskan ríkisborgararætt, og tað hevur hvørki av foreldrunum. Men Daniel Magnus kann fáa eitt sokallað fremmadapass, sum vanliga verður givið flóttafólkum.
Ikki sum aðrir seyðir
Hjá fólki, sum hevur seyð, er vanligt at fletta tað, sum er komið undan um várið á heysti. Men soleiðis verður ikki við Lambi.
- Vit fara sjálvandi ikki at eta tað. Tað er ein partur av familjuni, og vit fara at royna at vera so nógv sum gjørligt saman við tí. Lambi skal sleppa at liva og liva. Líka til tað doyr, ger øll familjan greitt.
- Men vit eta eisini seyðakjøt. Tað smakkar øgiliga væl, og tað hevði Lambi helst eisini gjørt, men sjálvandi fara vit ikki at eta tað, tí Lambi er ikki sum aðrir seyðir, leggur Veljko afturat.
Fakta um lambi
Navn: Lambi
Føðidato: Umleið 17. apríl 2009
Føðistaður: Kjallnes í Kollafirði
Bústaður: Eiði
Pápi: Ókendur
Mamma: Deyð
Fosturforeldur: Veljko og Velika Gjorjieski
Eigari: Daniel Magnus Gjorgjieski