Rundur dagur
Mikudagin 29. august eru liðin 100 ár síðani Poul E. Petersen varð borin í heim í Sørvági. Sum ungur fekk Poul tokka til ítrótt. Eftir lokið lærarskúlaprógv í 1923 varð hann settur sum lærari í Mykinesi og røkti hetta starv til 1941. Hesi árini sum lærari í Mykinesi nam hann sær dyggan lærdóm til ymsar tættir innan ítrótt ? bæði á ársskeiðum á danska læraraháskúlanum og á ymsum ítróttaskeiðum uttanlanda.
Var sera virkin
Í 1938 varð Poul E. Petersen útnevndur ítróttaráðgevi, men røkti eisini lærarastarv fram til 1944, tá hann fór at virka sum ítróttaráðgevi burturav fram til 1954, tá starv hansara varð niðurlagt, av tí at skúlaumsjónin varð umskipað.
Poul E. Petersen varð sera virkin maður og árini hann starvaðist sum ítróttaráðgevi vakti hann ans fyri ítrótti yvirhøvur og eydnaðist honum eisini at fáa ítrótt inn um skúlagátt sum fasta lærugrein við flestu av landsins skúlum. Hann legði hesi ár eisini fleiri skrivlig rit um ítrótt úr hondum, eitt nú um svimjing, hond- og fótbólt og um fimleik og skúlaítrótt.
Árini hann var í Danmark fekk hann stóran ans fyri hvussu danska ítróttarørslan varð skipað og eitt tað fyrsta hann gjørdi, tá hann varð settur í starv sum ítróttaráðgevi, var at fáa í lag eina samskipan av føroyskum ítróttafeløgum, eitt ítróttasamband. Ítróttasamband Føroya varð sett á stovn 4. apríl 1939 og varð Poul E. Petersen kosin fyrsti formaður í ÍSF, og hetta starv røkti hann, til hann á aðalfundinum við árslok 1946 bar seg undan afturvali.
Poul Petersen var eisini blaðstjóri á Ítrótttatíðindum, blaðnum hjá ÍSF, frá 1. árgangi til nr. 7 í 7. árgangi 1947. Hann helt eisini skeið fyri lærarum, serliga í frælsari ítrótt og í svimjing. Hesi skeið vórðu hildin á sumri og vórðu nøkur teirra hildin í Mykinesi.
Tá ítróttaráðgevarastarvið varð niðurlagt í 1954 fór Poul E. Petersen í fyrsta umfari í starv sum lærarvikar og ferðalærari, men frá 1. september 1956 fekk hann fast starv við Tórshavnar Kommunuskúla og røkti hetta starv til hann, eftir umsókn, fór frá við eftirløn í august 1971.
Ikki bert ítróttur
Tað var ikki bert innan ítrótt at Poul E. Petsren var virkin. Árini 1939-50 var hann næstformaður í Føroya Lærarafelag og varð hann í 1954 kosin til formann ? eitt starv sum hann røkti til 1960. Umframt mong onnur álitisstørv var hann limur í Føroya Skúlastjórn 1968-75 og legði hann úr hondum fleiri bøkur, bæði uppruna lesibók og týðingar.
Poul E. Petersen andaðist 25. apríl 1977.
Poul E.Petersen hevði serligan tokka til svimjing og frælsa ítrótt, ið stóðu hjarta hansara næst. Men hann var altíð virkin fyri fjøldina og øllum ítróttagreinum og hevur hann havt ómetaliga stóran týdning fyri alla ta føroysku ítróttarørsluna.
Fyri at heiðra minni um ítróttaráðgevan Poul E. Petersen, ið legði lunnar undir Ítróttasambandið og fekk skipanina av ymsu ítróttagreinum í rætt lag, hevur ÍSF gjørt av, at tað á hvørjum ári skulu handast tvey heiðursprógv, ið bera navnið hjá ítróttaráðgevanum ? eitt til mann og eitt til kvinnu, sum hava gjørt vart við seg og tænt frælsu ítróttini á serstakan hátt. Fyrstu heiðursprógvini verða latin í ár.