Hundurin er hálvbardur hjá klaksvíkingum

Hugburðurin var framúr, tá ið allir teir bláu ofraðu seg fult og heilt og vunnu við tveimum málum, sum Árni Frederiksberg skoraði

Tað er ikki so øgiliga ofta, at føroyskur fótbóltur vinnur fulla úrtøku, tá ið talan er um altjóða avbjóðingar. Og tað er sjáldan, at talan er um heimasigur í sovornum líkindum, sum tað vóru í Klaksvík í kvøld.

 

KÍ hevði vitjan av FC Differdange úr Luksemborg, og klaksvíkingar vunnu 2-0. Bæði málini vóru skorað í fyrra hálvleiki, og í báðum førum var tað Árni Frederiksberg, sum skoraði. Hann hevur nú skorað átta mál í átta dystum í Champions League.

 

Í fyrra førinum skoraði Árni, tá ið 12 minuttir vóru farnir. Hann sneiddi seg framvið tveimum og staddur mitt fyri og 20 metrar úr málinum smekkaði hann til. Málverjin tveitti seg til vinstru, men rakk ikki út til bóltin, sum fór í málið.

 

Í seinna førinum var tað við brotssparki í tíðini, sum skotski dómarin legði aftrat fyrra hálvleiki. Árni var sjálvur feldur í brotsteiginum, og við fløtum skoti til vinstru fyri seg sjálvan setti Árni bóltin dygst úti við stólpan.

 

Í fyrra hálvleiki vóru mótstøðumenninir heilt nógv á bóltinum, og tá bjargaði Mark F. Jensen í KÍ málinum fleiri ferðir. Serliga í eina førinum var talan um framúr bjarging, tá ið hann rakk heilt upp í málkrókin eftir skot av brotsteigarmarkinum.

 

Eftir steðgin løgdu gestirnir bragdliga fyri, og teir høvdu einar tríggjar góðar møguleikar, men teir høvdu ikki marginalirnar á sínari síðu.

 

KÍ avrikið var eyðkent av fínum hugburði og av, at allir spældu fyri ein, og ein spældi fyri allar. Málverjin var stinnur, Árni skoraði tvey mál, og allir hinir við liðformanninum Páll A. Klettskarð á odda løgdu øgiliga nógv fyri.

 

Sum seinni hálvleikur leið, fekk KÍ betur tak á fótbóltsspælinum. Soleiðis var tað eisini, tí mótstøðumenninir ikki støðugt megnaðu at halda ferðina, sum teir løgdu fyri við eftir steðgin.

 

Sera hugaligt var tað, at René Shaki Joensen og ikki minni Odmar Færø vórðu skiftir inn fram ímóti dystarenda. Longu frammanundan vóru bæði Dan í Soylu og Pætur J. Petersen skiftir inn.

 

Um eina viku fer KÍ at spæla í Luksemborg. At 2-0 leiðsla verður í viðførinum er góð útgangsstøða. Men tað er týdningarmikið at staðfesta, at alt er framvegis púra opið. Á útivølli og graslíki høvdu gestirnir ikki marginalirnar við sær í kvøld.

 

Um eina viku verður tað á grasvølli, og tá vera teir eitt sindur frægari fyri, enn teir vóru í kvøld, nú teir hava nógv nýtt fólk á liðnum, og teir ikki eru í dystarvenjing.

 

 

 

KÍ – FC Differdange 2-0 (2-0)

 

1-0: Árni Frederiksberg 12.

 

2-0: Árni Frederiksberg br 45.+4

 

Dómari: David Munro úr Skotlandi

 

KÍ: Mark F. Jensen – Claes Philip Kronberg, Céderic Yamberé (Odmar Færø, 82.), Alexander Berntsson, Børge Petersen, Patrick Da Silva – Árni Frederiksberg, Deni Pavlovic (Dan í Soylu, 54.), Albert Ejupi (René Shaki Joensen, 82.), Joseph Michael Williams (Pætur J. Petersen, 68.) – Páll A. Klettskarð

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Ari í Haraldstovu Petersen, Dávid B. Andreasen, Heini Vatnsdal, Ahmed Latif, Kristoffer Ødemarksbakken

 

Venjari: Espen Haug