Hurlivasið

Yrking

Lag: Gamla Dimma

Her alt landið er á gosi,
hurlivas í tingi er.
Saman høvdu tey mangt nosið,
hvørjir flokkar stýrdu her.

Niðurlag:
Okur eru pensjónistar,
nøkur hava stóra neyð.
Skjóti ikki journalistar,
stóra vitan hava tey.

Fýra flokka meirilutin,
illa saman eintust meir.
Jú, teir vóru eins og karðar:
Hvørja nátt hálsfevndust teir.

Men nú mátti endin bresta,
alt ov nógv stóð honum á,
nú er slonkin pengakassi,
hvar skal krónan koma frá.

Ja, nú skulu tey øll pyntast,
tey í sjónvarp skulu her.
Lova gull og grønar skógir,
journalistur við teimum er.

Nú, tey runt um landið reika,
bygd úr bygd og bý úr bý.
Ógvusliga nógv ið leika,
tey nú vilja tingið í.

Tosa nógv um pensjónistar,
hjálp nú skulu "fá" úr neyð.
Tey gomlu skulu kross teim geva,
fót í reyv so fáa tey.

Men flokkur ein, hann orð man halda,
fyri okkum stríddust væl.
Hægri pensjónir, fer at gjalda
C tí kross mín fáa skal.

T.L