Hurrá, vit klára okkum ikki og hava onga ábyrgd!

Tann flokkur, ið hevur leiðsluna í landinum, gongur fremst at renna undan allari ábyrgd og at trútta niður í fólk, at vit megna onki sjálv. Hetta er uppskrivtin til fíggjarliga og politiska óskilið í landinum

Høgni Hoydal
-------

Sambandsflokkurin hevur havt landsfund. Flokkurin hevur politisku leiðsluna í Føroyum. Og hvør er so tann greiði og eggjandi boðskapurin frá landins leiðandi flokki, nú hann aftaná at hava stýrt fíggjarmálum og landinum í 7 ár, hevur blakað landið út í fíggjarligt óføri og politiskan ruðulleika?

Ja, boðskapurin er, at ES og hægri blokkstuðul skal bjarga føroyingum frá sær sjálvum og frá teirri politisku leiðslu, sum sambandsflokkurin hevur havt ábyrgdina av í 7 ár. Boðskapurin er, at sambandsflokkurin og ABC-samgongan hava onga sum helst ábyrgd av sínum gerðum.

At tey hava givið skattalættar fyri 400 mió. um árið og latið landsstýrið havt ólógliga meirnýtslu uppá aðrar 340 mió. um árið (svarar til undirskotið á fíggjarlógini). At tey sambært egna fyrrverandi landsstýrismanni sínum, Magna Laksáfoss, skaptu ein yvirhitaðan búskap, har alt ov nógvur peningur varð pumpaður út, og kostnaðir og prísir ruku til himmals, m.a. tí ongin útlendsk arbeiðsmegi slapp til landið. At allar avtalur við kommunur vórðu sleptar. At serligar lógir eggjaðu fólki at lána pening at keypa partabrøv fyri. At ongin íløguætlan varð gjørd. At 2,5 milliardir í uppspardum peningi frá fullveldissamgonguni og 1,6 milliardir fyri at selja Føroya Banka, eru futtaðar av – til onki.

Alt hetta er ikki teirra ábyrgd! Nei, skyldina hevur avgerðin um at taka á okkum kostnaðin av skúlamálum og helvtini av almannamálum fyri 9 árum síðani – tann sonevndi blokkstuðulsniðurskurðurin.

Johan Dahl og teir dýru dreingirnir
Johan Dahl, vinnumálaráðharri, ið bæði sum vinnulívsmaður og politikari hevur royndirnar av at vera fremstur í oddinum, tá kreppa skal skapast í Føroyum – bæði við og uttan fullan blokkstuðul – veit sær ongi onnur ráð enn at leggja eftir sjálvstýrisrrørsluni í Føroyum. Hann vil vera við, at høvdu ikki avgerðir og hjálp frá øðrum londum bjargað okkum, so bar onki til í Føroyum. Við slíkum hugburði ber sjálvandi onki vinnulív ella land seg – og hetta sáar vantandi álit og mistreysti í øllum samfelagnum og ikki minst í okkara ungdóm.

Hugsið tykkum, um tildømis bretska stjórnin, danska stjórnin ella ein leiðsla í eini fyritøku, sum hava sitið í 7 ár, høvdu sent tíðindaskriv út um, at tey hava onga ábyrgd av støðuni, men skyldina hava avgerðir, ið vórðu tiknar fyri 9 árum síðani? Og at einastu ráðini eru nú at lata onnur taka avgerðirnar?

Hvussu nógv høvdu tikið tað í álvara – og hvat høvdu fjølmiðlarnir sagt um slíka ábyrgdarundanstøkking?

Og hvat land í heiminum hevði klárað seg væl, um boðskapurin frá landsins leiðarum støðugt var, at vit duga onki, og at tað einasta, ið eigur lívið í okkum, eru pengar og avgerðir hjá øðrum, sum skulu hjálpa okkum at renna undan ábyrgd fyri okkara egnu gerðum?

Hví ikki geva 1948 ella 1970 skyldina?
Eisini Jóannes Eidesgaard – sum hevði leiðsluna í 4 ár, tá øll stýring varð slept – er nú farin at tosa um at tiðna blokkstuðulin saman við sambandsflokkinum, og at brúka hetta sum undanførslu fyri sín egna skeiva politikk.

Júmen, hví steðga har? Hví ikki siga, at tað var avgerðin um at taka ábyrgd av t.d. skattamálum, vinnumálum og egnari fyrisiting í 1948, sum er orsøkin til, at ABC ikki megnar at stýra landinum í 7 ár?

Ella hví ikki siga, at tað var avgerðin í 70’unum um at taka fólk við breki heim til Føroya heldur enn at útflyta tey til Danmarkar, sum nú er orsøkin til, at ABC-flokkarnir hava futtað alt av?

Og hví ikki bara lata skúlamál, almannamál, vinnumál, kommunumál og feliri aftir til Danmarkar at umsita? Tað kunnu javnaðarflokkurin og sambandsflokkurin jú bara taka avgerð um og so fáa Danmark at gjalda.

Vit hava framleitt nógv meira og havt ov mikið av peningi
Sannleikin er, at síðani vit tóku ábyrgdina av teimum málsøkjum, ið gjørdu árliga blokkstuðulin minni og fastfrystan, hava føroyingar framleitt fyri meira enn 5 millardir afturat um árið. Inntøkurnar hjá landskassanum vuksu við einari milliard.

Var hetta ov lítið av pengum hjá okkum at byggja eitt gott vælferðarsamfelag? Ella vóru hetta ov nógvir pengar hjá ábyrgdarleysum politikarum at spæla sær við?

Og hvussu ber tað til, at hóast allir serfrøðingar eru samdir um, at búskapurin varð ovurhitaður við ov nógvum peningi frá 2005 til 2008, so vilja okkara leiðandi politikarar vera við, at vit hava havt ov lítið av peningi? Hevði støðan verið betri og búskapurin minni ovhitaður, um eyka blokkstuðul fyri 5-600 mió. vóru sprændar út árliga afturat hesi árini?

Svarini kenna øll, sum bert vilja hugsa seg eitt lítið sindur um.

Politiskur húsagangur – ikki búskaparligur
Atburður sambandsleiðslunnar er prógvið um, at tað eru politiskir flokkar í Føroyum, sum byggja sín politikk á at siga: Hurrá, vit klára okkum ikki sjálv! Og hurrá fyri, at vit ikki hava ábyrgdina av okkara búskapi og viðurskiftum!

Kreppan í Føroyum liggur als ikki í okkara vinnu ella búskaparligu dygdum og møguleikum. Hon liggur innbygd í okkara politisku skipan, sum elur fram ábyrgdarundanstøkking og mistreysti á okkum sjálv.

Føroyar eru heldur ikki á veg móti einum vinnuligum ella búskaparligum húsagangi. Men við hesi politisku leiðslu, ið nú førir seg fram uttan minstu ábyrgd, eru vit enn einaferð á veg móti einum politiskum húsagangi.