Hetta seinasta skeiðið hevur brotið frá. Tann størsti samgonguflokkurin, Tjóðveldisflokkurin, hevur brúkt størsta partin av síni orku at hegla niður á Javnaðarflokkin. Hóast - ella kanska júst tí - at samgongan hevur brúk fyri okkum og ikki umvent. Skutilsveinar í Tjóðveldisflokkinum saman við Finni og Pálli, og tann síðsti í hesi lítið konstruktivu teggju er so Hergeir Nielsen, sum eisini ber prísin. Hansara skriving hevur so púrt onki við politikk at gera, bara útspilling (sí Sosialin leygardagin 15. jn.) Hon ber boð um ein djúpt frustreraðan mann. Og tí er skrivingin so desperat.
Eg kann heilsa Tjóðveldismonnum, at mótsett teirra flokki er ongin ósemja í Javnaðarflokkinum. Og so absolutt ongin ósemja um formannin. Flokkurin stendur samlaður aftan fyri Jóannes Eidesgaard, og tað er eisini galdandi fyri okkara fyrrverandi floksskrivara, sum skrivaði eina eggjandi og positiva grein. Men ilt eyga skal onki gott sjá. Og soleiðis við Hergeiri.
Onkur man hava spælt hund við Tjóðveldismonnum, hava teir fingið hatta burtur úr landsfundinum í Skopum. Javnaðarfólk meta hann sum besta fumd í mong ár. At Ole Stavad var við, er onki løgið í. Okkara hugsjón røkkur út um eingjargarðarnar, og vit hava altíð útlendskar gestir á landsfundi. Eisini úr Norra, Svøríki og Finlandi. Og J. Eidesgaard var á landsfundi hjá teimum svensku sosialdemokratunum í fjør. Tað er natúrligt fýri okkum, at partamenn hittast. Og kanska ikki bara fyri okkum. Høgni Hoydal var heiðursgestur á landsfundinum hjá kommunistunum í Íslandi í fjørheyst.
Ósemjan í Javnaðarflokkinum er eitt psykiskt fyribrigdi, ið bara finst millum oyruni á Hergeiri. Sjálvt Hergeir Nielsen mátti sæð, at hann undirmetir sínar lesarar, tá ið hann gevur andstøðuleiðaranum skyldina fyri, at hansara egna samgonga játtar ov fáar pengar til pensjonistarnar og til Suðuroyar Sjúkrahús. Samgongan hjá Hergeiri megnaði at fella øll okkara broytingaruppskot við einum undantaki: Hóast harða mótstøðu frá samgonguni eydnaðist tað Javnaðarflokkinum og hansara monnum at bjarga Jóhonnu 600.000 kr., so hon kundi blíva verandi í Suðuroy. Ein herkin biti hjá tjóðveldismonnum í suðri.
Í skrivandi løtu sigur útvarpið, at landsstýrið leggur seinastu hond á samráðingaruppleggið til danir um fullveldið. Síðani skal tað í uttanlandsnevndina, har formaðurin skal fáa semju við m. a. Javnaðarflokkin. Tað ljóðar sum skemt. Tað mundi vera lagnunar speisemi, sum gjørdi, at Heirgar bleiv formaður, eftir at Jenis hevði givið Jóannes Eidesgaard judaskossin. Hergeir hevur óiva nógvar dygdir, men diplomatiskan hugburð mótvegis Javnaðarflokkinum og hansara formanni, kann valla nakar skuldseta hann fyri.
Hergeir og co. hava skyldina fyri ruðuleikanum við pensjónunum, hansara samgonga hevur skyldina fyri ruðuleikanum á Landssjúkrahúsinum, og hansara samgonga hevur ábyrgdina av teimum hóttandi uppsagnunum á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Nógv bendir á, at Javnaðarflokkurin fær sín triðja mann valdan í Suðuroynni. Og sær maður sítt egna mandat rilla undir sær, so er desperatiónin kanska forstáilig, men tað verður altíð ein ótýdlig sjón at síggja mann nekta seg sjálvan alment.
Dan R Petersen.
Tragikomiskt, at júst ein Tjóðveldismaður viðger leiðsluna í Javnaðarflokkinum, men ongin er fullspottaður, fyrr enn hann spottar seg sjálvan. Mótsett øðrum flokki so hevur Javnaðarflokkurin ongantíð haft áneyðir at krógva sín formann, meðan floksfelagar hava spælt kong gularót.
D. R. P.