Hví gjalda so høgan skatt?

Skattur er, eins og hann er inntøka fyri eitt land, eisini eitt búskaparpolitiskt amboð at skapa javna millum fólk.

Ella hetta er tað, ið føroyskir og útlendskir sosialdemokratar leingi hava billað fólki í útheimi og her heima á klettunum inn. Rætt er tað, um vit skulu hava ein dýran og ikki minst stóran, ella, sum tað hevur víst seg í teimum norðurlendsku universellu vælferðarmynstrunum, almenna geira, so er neyðugt at skaffa pening til fígging.
Tað hevur víst seg, at hægri skattaprosentið í einum landi er, samsvarandi minni gerst tann samlaða miðal arbeiðstíðin hjá tí einstaka borgaranum.
Marginalskattur verður allýstur at vera tann skattur, ið goldin verður av tí síðst tjentu krónuni. Eitt dømi uppá marginalskatt er: Um inntøkan er 400.000 um árið og verður hækkað til 430.000, og skattainntøkan hækkar úr 180.000 til 200.000, so verður marginalskatturin 66,6%.
Ikki er tað uttan orsøk, at borgarligir politiskir flokkar í flestu londum í vesturheiminum hava verið við til at minka marginalskattin til at økja um hugin hjá tí einstaka at arbeiða.
Amerikanski búskaparfrøðingurin Laffer vísti á samanhangin millum arbeiði og ta samlaðu miðal skattainntøkuna. Hann vísti á, um skatturin fer yvir eitt víst støði, so fóru inntøkurnar til landið at minka. Orsøkin til tess var og er, at ov nógvur skattur tekur hugin frá fólki at arbeiða burtur. T.d. økir eitt ov høgt skattaprosent um virkni á tí svarta marknaðinum, minkar uppá ta privatu nýtsluna hjá húsarhaldinum og harvið keypiorkuna, sum samlað ger, at inntøkurnar til landið eisini minka.
Sum mát fyri vælstandinum í einum samfelag verður BTÚ (Bruttotjóðarúrtøka) pr. íbúgva nýtt. BTÚ pr. íbúgva verður allýst at verða tann hátturin at geva upp tað samlaða virðið av framleiðslu, sum hendir í virkjum, handlum, fyritøkum, o.ø. arbeiðsplássum, har síðan virðið av rávørum o.ø. sum eru við til at skapa framleiðsluna verða mótroknað.
Eisini verða almennar veitingar máltar í % av BTÚ. Í árinum 1962 vóru tær almennu veitingarnar 9% av BTÚ og í 1997 vóru tær 28%. Ein av orsøkunum til hesa gongd er økingin í skattingini og útreiðslunum, ið danski staturin hevði av tí almenna geiranum í Føroyum.
Líta vit aftur á árið 1962, so er at siga um skattainntøkurnar, at tær vóru 18,8% av BTÚ. Leggja vit donsku veitingarnar aftrat, so er tann almenni parturin 29,4% av BTÚ. Í árinum 1997 var skattligi parturin heili 45,8% av BTÚ, og verða donsku veitingarnar og stuðulskipanir lagdar aftrat, so gerst hin almenni parturinheili 68% av BTÚ!! Hetta vil í stuttum siga, at tann almenni parturin var 2,3 ferðir størri í 1997 enn í árinum 1962.
Kanningar benda á at fyri hvørt oyra, sum verður goldið meira í skatti, kostar tað búskapinum meiri enn tað oyra, ið varð goldið. Um føroyski búskapurin skal broytast frá einum spakuligum ella linum vøkstri uupá 3,4% um árið til eitt skjóttvaksandi búskaparvøkstri uppá 6% um árið, má skattatrýstið liggja á góðum 23% av BTÚ.
Taka vit eitt dømi uppá eina lága løn t.d. 14.000 kr. um mánaðin t.e. 168.000 kr. um árið í Tórshavnar kommunu, og vit ganga út frá árinum 2002, so fara uml. 45,5% í skatti um árið tvs. 76.369 kr. haraftrat koma húsarhaldsútreiðslur o.a. sum ger, at vit kunnu venda aftur til byrjanina, ið vísur okkum á ta minkandi keypiorkuna, hugin til at arbeiða og tað økta svarta arbeiði, ið ikki gevur serligan búskaparvøkstur.
Fáið skattin niður, og ikki minst marginalskattin! Sparið uppá útreiðslurnar og økið um inntøkurnar! Arbeiðið eftir borgarligum leisti! Veljið heldur skattalætta enn lønarhækkingar! Lønarhækkingar resultera í prísvøkstri sum ger, at í síðsta enda er einki vunnið!