Hví grunda trygd sína á menniskju....

Jenis av Rana

Livir nakað fólk so trygt og vart sum føringurin?
Man nakað stað verða so trygt hjá børnum at væksa upp í, sum í Føroyum?
Er nøkur tjóð so signað sum hin føroyska?

Vit kunnu halda á at seta fram spurningar um tað samfelag, vit liva í, og eg ivist ikki í, at svarið fer altíð at verða hitt sama. Landið, okkum unnist at liva í, er framúr vælsignað og vart, av Honum, sum gav okkum tann forrætt at verða borin í heim júst her. Ein forrættur og ein gáva, sum neyvan ber til at skilja til fulnar.
Júst tí kenst løgið, at nøkur líta á aðra tjóð ella felagsskapir fyri at kenna seg trygg. Sjálvandi skulu vit samstarva, og tað ongantíð ov nógv, við aðrar tjóðir og felagsskapir, men at seta álit á slíkar, til trivna og vælferð, er burturvið. Hann, sum skapti hesar stórslignu og ríku oyggjar, fer altíð at vera mentur at verja og haldi uppi tað fólk, ið hann setti og setur at røkja oyggjanar, skaparverk sítt.
Alt gott um danir og friður verið við ES, øðrum felagsskapum og evruni. Men at hava hesi sum trygd og álit kann skjótt vendast til fall. Bert álitið á Hann, sum grundfesti oyggjanar, heldur- og tað um allar ævir.