Hví lýgur løgmaður á sínum fyrsta tíðindafundi

   

Bill Justinussen
løgtingsmaður
?????????????

Hevur samgongan so ilt av sínum lyftum um sparingar í miðfyrisitingini, at løgmaður beinleiðis verður noyddur at lúgva fyri at fáa myndina at síggja betri út? Á tíðindafundinum varð upplýst, at kostnaðurin fyri Almanna- og heilsumálaráðið var lækkaður úr 27 mió. niður í 20 mió. krónur, síðani hendan samgongan hevur tikið við. Sum tíðindini í Úrvarpi Føroya bóru hetta fram, so var ikki eitt orð sagt um, hvussu komið varð fram til hetta úrslitið. Men tað kann eg so gera, fyri at fáa hetta mistakið rættað.

Elektronisk heilsuskipan
Undanfarna samgonga setti 5 mió. av til útvegan av elektroniskari heilsuskipan. Hetta er ein skipan, sum umfatar alt heilsuverkið og partar av almannaverkinum, og var tað tí náttúrligt, at hendan útreiðslan varð løgd beinleiðis undir landsstýrismannin heldur enn undir eitt nú landssjúkrahúsið ella landsapotekaran. Sostatt var hendan útreiðslan ein partur av útreiðslunum til miðfyrisiting. Men hetta er ein útreiðsla, sum onki hevur við miðfyrisitingina at gera, men sum av praktiskum orsøkum varð løgd til miðfyrisitingina at umsita. Útreiðslan snýr seg ikki um fleiri almenn størv ella útbygging av nøkrum almennum kongaríki, men um eina ítøkiliga menningarætlan, sum alt ov leingi hevur verið bíðað eftir. Hesa útreiðslu hevur núsitandi samgonga skotið út til komandi ár og komandi árini, og tí er als ikki talan um sparing. Útreiðslan kemur, og tað hevur tingið enntá eftir uppskoti frá núsitandi landsstýrismanni samtykt. Í ár er bert ein góð hálv millión sett av til hetta endamálið.

Lygnin
Har vóru altso slakar 5 mió, sum ikki eru spardar, og sum heldur ikki hava nakað við miðfyrisitingina at gera, so sum vit vanliga uppfata útreiðslur til miðfyrisiting. Um aðrar lygnir eru í sparipakkanum hjá løgmanni, veit eg ikki enn, men tað fari eg at kanna. SO LÆTT KANN EIN LØGMAÐUR IKKI FARA UM SANNLEIKAN!

Sparingin
Tó skal sigast, at ein ítøkilig sparing er: nú eru bert 7 landsstýrismenn í mun til 9. Men framvegis verða goldnar 9 aðalstjóralønir, tí teir uppsøgdu aðalstjórarnir fáa mær vitandi framvegis aðalstjóraløn, so har varð lítið spart. Enntá vórðu 2 spildurnýggj størv stovnað til hesar báðar aðalstjórarnar.

Hvar er Fólkaflokkurin?
Eg havi áður spurt og fari framvegis at spyrja; hvar er Fólkaflokkurin í øllum hesum kritikkinum av áður førda politikkinum. Fólkaflokkurin sat við landsins leiðslu í 6 ár, og tykist tað tí sera løgið, at hesin flokkur nú brádliga skal sita hinumegin borðið og ferð eftir ferð fílast á sín egna politikk. Men soleiðis er so mangt forborgið í politikki.