Hvønn morgun klokkan 9:00

Gongur tú ein morguntúr eftir Grím Kambansgøtu í Havn kl. 9:00, er ein ávís sjón púra viss: Jógvan á Dul stendur við myndatóli sínum og tekur enn eina mynd.

- Eg havi altíð havt áhuga fyri fotografering, sigur 67 ára gamli Jógvan á Dul.

Soleiðis hevur tað verið í mong ár. Hann er at kalla vorðin ein havnamynd, har hann gongur túr við hundi sínum og við einum myndatóli í lummanum.

Hjá Jógvani er tað ein stuttleiki at kunna útinna sítt ítriv í verki, samstundis sum ein gleðir onnur: Hetta ger hann bæði í práti og við myndatøku síni.

- Við tí digitala myndatólinum er alt so nógv lættari, sigur hann.


Alnótin

Longu sum smádrongur fekk Jógvan á Dul sítt fyrsta myndatól - í roynd og veru fyri 55 árum síðani.

- Og síðani tá, havi eg tikið myndir, onkutíð nógvar og til aðrar tíðir færri, sigur hann brosandi.

Sum limur í Gongufelagnum í Havn stendur hann á 1. parkett til vakrar myndir, tá tey fara gonguferðir kring landið.

Tað var eftir ein slíkan túr á Eystnesi í fjør, at ein av gongufelagum hansara spurdi, hví hann ikki gav uppaftur fleiri fólkum møguleika at síggja myndir hansara umvegis alnótina.

Hetta var sjálvandi gamaní, men tað kravdi kortini at Jógvan gjørdi eina kollveltandi íløgu: Hann noyddist at keypa sær eitt digitalt myndatól og nýggja teldu.

Men hvat ger ein ikki fyri sítt ítriv? Hann so gjørdi; keypti sær teldu og eitt lítið myndatól fyri 600 krónur.

Og í januar mánaði í ár, fekk hann enn eina áheitan um tað sama, hesaferð frá Elini Heinesen um loyvi at brúka myndirnar á heimasíðuni www.heinesen.fo.

Nú ber til at síggja mongu og forvitnisligu myndir hansara á hesi heimasíðuni, umframt tað at hann eisini almannakunnger tær á sínum Facebook-profili.

- Eg fái nógvar reaksjónir frá fólki, serliga frá fólki úr Havn sum búgva úti í heimi, t.d. í USA, Mexico, Týsklandi og Norðurlondum.

- Tey halda tað vera áhugavert at kunna síggja nýggjar myndir úr Føroyum, serliga ta myndina sum eg taki á sama staði og somu tíð hvønn einasta dag, greiðir hann íðin frá.

Henda myndin verður tikin soleiðis, at ein sær hvussu veðrið er og hvussu árstíðin skiftir.

- Jú, fólki dámar væl hesar myndirnar. Eg havi hoyrt frá fólki, at tey brúka mínar myndir sum bakgrund á telduskíggjanum.

So heilt av leið kunnu myndirnar ikki vera!