Hvør eigur síðsta orðið

Oddagrein:

Munnligir fyrispurningar eru á skránni í Løgtingium í morgin. Tað eru ikki so nógv ár síðani, at hetta fyribrigdið kom inn í føroyskan politikk. Onkuntíð - serliga upp undir val – hava fyrispurningarnir verið misnýttir, men fyri tað mesta hevur talan verið um skilagóða skipan. Tingmenn vísa gott hugflog og duga væl at seta spurningar. Landsstýrisfólkini royna at svara eftir besta førimuni. Ivaleyst kenna umsitingarnar og ráðini arbeiðið at fyrireika svarini sum eina plágu og at vera órógvandi í arbeiðnum, sum tey annars skulu gera. Men soleiðis er skipanin, og hon er góð.

 

Eftir førimuni roynir pressan at fylgja við. Ofta mugu vit sláa okkum fyri bróstið, tá ið vit síggja, hvussu væl tingmenn hava fingurin á pulsinum og harvið útinna uppsøkjandi arbeiðið, sum vit ivaleyst áttu at gjørt. Uppgávan hjá okkum eigur í hvussu so er at vera at greiða frá, lýsa spurningarnar og orðaskiftið og kanska at fylgja teimum upp. Onnur mugu meta um í hvønn mun, hetta eydnast hjá okkum.

 

Undan tingfundinum í morgin er tað serliga spurningurin um sáttmálan við Russland, sum kennist prinsipiellur og harvið áhugaverdur. Spurt verður, um tingið og uttanlandsnevndin ikki áttu at havt viðgjørt sáttmálan, áðrenn hann varð undirskrivaður. Víst verður til stýrisskipanarlógina, sum sigur, at tá ið sáttmálar eru av serligum týdningi, so eigur tingið og í hvussu so er uttanlandsnevndin at fáa høvið at siga sína meining.

 

Síðani fiskimarkini vórðu flutt út hava Føroyar undirskrivað nógvar sáttmálar. Tey fyrru árini vóru politikararnir uppií. Síðani rammusáttmálar vórðu gjørdir, hevur umsitingin tikið sær av hesum. Soleiðis var tað eisini við russarasáttmálanum hesa ferð.

 

At spurningurin kortini verður tikin upp politiskt í morgin kemst av, at sáttmálin hesa ferð hevur størri avleiðingar við sær, enn sovornir sáttmálar vanliga plaga at hava. Spurningurin er, hvussu býtið av fiskatilfeinginum skal verða millum flakatrolarar og svartkjaftaskipini, og hvussu samfelagið kann fáa mest burturúr.

 

Løgtingið skal í morgin viðgera, um tað er umsitingin, landsstýrismaðurin, uttanlandsnevndin ella Løgtingið, sum eigur avgerðina og harvið síðsta orðið í hesum málinum.