Hvør fer hvar?

HB hevur eyguni eftir tveimum landsliðsleikarum, sum skulu loysa álopstrupulleikarnar, Ndende ávegis til Gøtu og ÍF skal samráðast við venjara í næstum. Tað eru nakrar av leysasøgunum í føroyska fótbóltsheiminum.

Tað hevur leingi ljóðað, at HB vil hava Arnbjørn Hansen sum fremsta mann á liðnum. Arnbjørn hevur í fleiri ár verið millum vandamiklastu áleypararnar í Føroyum og hevur øll árini verið trúgvur móti EB/Streymi.
Tað er okkurt sum bendir á, at EB/Streymur í ár fær harða kapping HB um álopsessið. Víkingur hevur eisini inni í myndini, men sum skilst, so er Arnbjørn ikki sinnaður at spæla fyri Víking. Tað er eitt sindur ógreitt hvat hendir í EB/Streymi. Fyribils hevur málið um stolnu pengarnar ikki viknað liðið nakað á vøllinum.
Tá harðast stóð við pengamálinum frættist, at fleiri leikarar ikki fingu løn og ætlaðu sær at skifta felag. Hetta hevur so ikki verið nakað at sæð til undan hesum kappingarárinum. Tí er eisini væl hugsandi, at felagið er væl fyri og megnar at halda fast í teir flestu av manningini. Serliga, tá hugsað verður um FM heitið, sum eisini gevur góðan vinning.
Greitt er, at Pauli G. Hansen gevst, meðan Sorin Anghel skiftur til AB. Tað skiftið er tó enn ikki komið endaliga upp á pláss. Her skal EB/Streymur til at hava onkran í staðin, sum teir skulu kappast á sama høga stigi komandi ár.
Heldur ikki venjaraspurningurin er avgreiddur, men tað ljóðar at Bill M. Jacobsen er millum nøvnini, ið EB/Streymur kundi hugsað sær. Eitt annað navn er Piotr Krakowski, sum ikki tykist skula halda fram í 07 Vestur. Hann hevur fyrr verið venjari í felagnum.
Hin álopsleikarin, ið HB hevur eygui eftir er Gilli Sørensen, sum í farna kappingarári hevur spælt við TB. Hann hevur somuleiðis verið fastur maður á U21 landsliðnum og í A-landsliðshópinum.
Hann er í løtuni uttanlands, men kemur einki burtur úr har, so skal HB verða klárt at fara avstað við skjóta vonginum.

Ndende til Gøtu

B68 hevur alment boðað frá, at tað verður útsøla av fleiri leikaraunum hjá teimum. Menn sum Christian Høgni Jacobsen, Einar T. Hansen, Hans Jørgensen, Ahmed Keita, Ibrahima Camara, Emmanuel Ukpai og Ndende helst ikki halda fram í felagnum.
Her hevur ljóðað, at Ndende er á veg til Víking, sum eisini leingir við Evrard Ble. Fleiri feløg hava víst Ndende áhuga. Hann var millum trúgvastu leikararnar á B68 liðnum í fjør. 29 ára gamli Ndende Adama Gueye, sum kemur úr Ghana, kom til B68 í 2008 og hevur spælt millum 25 og 31 dystir hvørt kappingarár.
Tað frættist eisini úr Gøtu, at Víkingur leitar eftir einum framherja uttanlands. Millum annað í Ungarn, sum er heimstaðurin hjá steypahetjuni og málmanninum hjá Víkingi, Geza Turi.
Einar T. Hansen skifti til B68 frá NSÍ undan hesum kappingarárinum, men sum skilst, so verður tað nokk heldur í ÍF, at vinstri bakkurin endar. Jan Ellingsgaard flytur niður og tí kemur ÍF at mangla ein vinstra bakk komandi ár.
Hans Jørgensen, sum var í uppskoti til ársins málverja, fær neyvan trupult við at finna sær eitt nýtt felag. Spurningurin er bara hvat felag manglar ein málmann. KÍ hevur fleiri ferðir melda út, at teir fyrst og fremst vilja klaksvíkingar heim aftur til KÍ. Tí er ikki óhugsandi, at KÍ hevur eyguni eftir málmanninum hjá B36, Meinhardi Joensen. So verður eitt opið pláss í B36.
Jákup Mikkelsen gevst í Fuglafirði, men hevur hevur ikki endaliga tikið avgerð um hann gevst sum fótbóltsspælari á hægsta stigi í Føroyum. So ein møguleiki er eisini, at ÍF hevur hug á málmansevnunum hjá U21 landsliðsmálverjanum.
Jann Ingi Petersen, liðskipari hjá B68, segði við Sosialin fyri kortum, at hann ikki er sinnaður at spæla eitt ár í næstbestu deildini. Tí skal hann eisini finna sær eitt nýtt felag. Her eru sikkurt fleiri um boðið. Hann hevur fyrr spælt við NSÍ, meðan EB/Streymur og ÍF missa miðvallarar, umframt at Víkingur eisini hevur pláss á miðvøllinum.
Formaðurin í ÍF, Ólavur Larsen, segði við Rás2 í samband við fótbóltsgalla, at Flemming Christensen í næstum kemur til Føroyar at samráðast við ÍF um ein sáttmála fyri komandi kappingarár.
Í Fuglafirði hava tey tryggjað sær, at Clayton Soares heldur fram í felagnum komandi kappingarár.