Hvør ræður fyri borgum?

Hvar gongur markið millum fólka- og frítíðarskúla, tá ið húsast verður í somu borg? At svara hesum krevst professionell ráðgeving og pedagogisk frágreiðing, sum mentamálaráðið, kommunan og lærarafelagið mugu taka ábyrgdina av. Spurningurin er, hvør ræður fyri borgum, tá ið kommunan stýrir bygningunum og mentamálaráðið skúlaskipanini.
Einfalt.

Kommunan tekur sær av bygningunum og mentamálaráðið av skúlaskipanini.

Praktiskt
Men spurningurin gerst trupul, tá ið bæði skúlin og frítíðarskúlin, ið hava hvør sín leiðara, eru í somu borg. Er tað skúlastjórin, sum ræður, ella er tað leiðarin í frítíðarskúlanum, ið ræður? At tveir hundar semjast sjáldan um sama bein, er ikki nøkur loyna.
Og tað er júst tvørliga tvístøðan, sum fær meg at skriva.

Bygningur
Frítíðarskúlin í Hoyvík heldur til í niðastu hæddini í nýggja bygninginum hjá Hoyvíkar skúla. Og eins og ein stórur partur av nýggju bygningunum í Tórshavnar kommunu er hesin endaður í eini lappaloysnstøðu. Starvsfólkini í frítíðarskúlanum fingu forboð frá brunaumsjónini at halda sínar fundir í niðastu hædd, tí tað var ikki nóg trygt, um tað nú skuldi komið eldur í. Hvar skulu starvsfólkini so halda fundir og drekka kaffi, tá ið eingi hølir eru tøk? Jú, lærarastovan verður bert nýtt í fríkorterunum, so hví ikki.
Men hvør ræður fyri borgum, tá ið starvsfólkini hjá frítíðarskúlanum yvirtaka lærarastovuna uttan at spyrja?
Undirritaði er ikki serfrøðingur í samskiftiskunnleika, so her eru avvarðandi myndugleikar betur egnaðir at svara.

Múrur
Hýrurin gjørdist margháttligur fyri partarnar, tí lærararnir kendu seg undirmettar, meðan starvsfólkini í frítíðarskúlanum kendu seg ikki vælkomin. Soleiðis gekk fyrsta skúlaárið. Men fundar- og kaffistovu mátti frítíðarskúlin hava, har var einki at gera, tí annars gjørdist arbeiðið ótolandi. Hvat er so til ráða at taka? Sum allir aðrir almennir stovnar kærdu tey sína neyð til hægri myndugleika: í hesum førum ein býráðslim. Og eydnan var við teimum. Tey skuldu fáa eitt høli, eitt spildurnýtt fundarhøli, so at teirra arbeiði kundi fara fram undir røttum umstøðum. Men har var ein trupulleiki: niðasta hædd var vandamikil av brunaávum, meðan tvær skúlastovur vóru á ovastu hædd. Um tað skuldi lata seg gera, máttu tey gera tað á mittastu hæddini, har gongin var. Gamaní var gongin ríkiliga stór, har vóru bæði sofur og stólar, ja, enntá ein stórur flatskermur hekk á vegginum. Og slíkt hava næmingar ei tørv á. Men har var ein annar trupulleiki: lærarastovan var handan flatskermveggin.
Spurningurin var so tann: fóru lærararnir at góðtaka uppskotið?
Sama hvat og ikki, ein nýggjur veggur beyð lærarunum eitt eydnuríkt ár 2010. Høvuðbrýggið var loyst. Ella næstan... hvørja ferð ein lærari skuldi til ella frá lærarastovuni, var hann noyddur at ganga tvørtur í gjøgnum fundarhølið hjá frítíðarskúlanum til stóran ampa fyri báðar partar.
Men hvør ræður fyri borgum, tá ið býráðslimur fremur dýra loysn og við henni girðir lærararnar inni?

Ungdómshús
Mánadagin 15. mars verður frítíðarskúlin í Hoyvík umgjørdur til eitt ungdómshús, har ungdómur frá aldursbólkinum 13-18 ár er vælkomin til eitt rúsfrítt umhvørvi. Sum nú er, eru karmarnir til eitt ungdómshús ikki til staðar, tí umhvørvið er til børn í fyrsta og øðrum flokki tvs. at veggir og vindeygu eru prýðkaði við málningum og myndum, sum tey sjálvi hava gjørt. Men tað er ikki nøkur loyna, at áhugamálini hjá børnum um sjey til níggju ára aldurin eru ikki tey somu sum hjá teimum millum trettan og átjan ár. Tískil verður annar parturin noyddur at lúta.
Livst so spyrst.
Niðasta hæddin verður málað av nýggjum: veggirnir eru málaðir svartir, og allar myndirnar skryktar niður. Ljóðføri og tannáringamyndir koma nú at prýða um umhvørvið, gerandis umhvørvið hjá næmingum í fyrsta og øðrum flokki. Gamaní er tørvur á einum ungdómshúsi í Hoyvík, men skal skúlaumhvørvið gjalda kostnaðin, og hvussu nógv kostar slík íløga í krónum og oyrum?
Men so er spurningurin aftur, hvør ræður fyri borgum, tá ið býráðslimurin og leiðarin á frítíðarskúlanum er ein og sami persónur?

Fundarhølið
Í skrivandi stund stendur fundarhølið tómt. Starvsfólkini í frítíðarskúlanum savnast og fundast á niðastu hædd. Hvussu og hvar pengarnir koma frá, tað dugi eg ikki at svara. Men tað er tó eingin ivi, at borgararnir í Tórshavnar kommunu gjalda. Eg kundi hugsað mær, at pengarnir komu væl við aðrastaðni, nú stovnar og privatfólk hava torført við at fáa endarnar at røkka saman. Men lærararnir brúka fundarhølið til undirvísingarrúm, so pengarnir fóru ikki heilt til spillis, teir tænti bara ikki røttum endamáli.
Nei.
Hvar gongur markið millum fólka- og frítíðarskúla? Hvar gongur markið millum skúlastjórar og leiðarar á frítíðarskúlum, tá teir húsast í sama bygningi?
Hvør ræður fyri borgum?