Hvør skal gjalda?

Sofus Debes Johannesen
------------------------

Ikki eiti á, sum nógv fólk og ávísir fjølmiðlar hava verið á gosi seinastu tíðina um mvg av skrásetingargjaldi av bilum í tíðarskeiðinum frá 1999 til 2005.
Flestu krevja, at øll, ið hava keypt bil hetta tíðarskeiðið, skulu hava afturgoldið part av keypsprísinum, sum svarar til mvg-ið av skrásetingargjaldinum, uttan at fyrilit skal takast fyri, at stórur partur av hesum krøvum er fallin fyri fyrningarfreistini, ið er 5 ár.
Eisini ávísir politikarar rópa upp um at gjalda út, so kanska skal eg vænta mær ein kekk upp á góðar 13.000 kr. fyri bilin, sum eg keypti í 2001, hóast eg ikki havi biðið um at fáa hendan pening.
Men hvussu er so við hesum peningi? Eigi eg hendan peningin? Og hvussu so við tí næsta eigaranum, sum keypti bilin, tá eg seinni seldi hann? Eigur hesin kanska part í hesum peningi?
Hetta eru spurningar, ið man als ikki hevur sæð stillaðar og enn minni svaraðar. Og tað haldi eg vera løgið, tá fjølmiðlarnir meta seg at vera so týdningarmiklar í samfelagsliga kjakinum.
Og so er eisini ein annar spurningur, ið ikki er viðgjørdur, hóast eg haldi hann avgjørt vera upp á sítt pláss í hesum kjakinum. Hvør skal gjalda peningin til landskassan og hvussu? Tí givið er, at við næstan einari milliard í halli, ber illa til hjá landskassanum at fíggja hesa afturgjalding uttan samstundis at fáa peningin aftur í kassan upp á onkran máta.
Tað hevur verið frammi, at talan er um minst 100 milliónir – 120 milliónir eru eisini nevndar.
Hetta svarar í meðal til einar 3.000 kr. fyri hvønn skattgjaldara.
Ella at vit øll gjalda eini 2% av allari inntøku okkara í eitt ár.
Ella skal hetta kanska áleggjast bilunum við hægri vegskatti? Havi roynt at leita á heimasíðuni hjá Hagstovuni, hvussu nógvir privatbilar eru í Føroyum, men kundi ikki finna tað. Um eg giti, at tað eru einir 15.000 privatbilar, so svarar hendan rokningin til 6.000 kr. fyri hvønn bil. So er bara at finna út av, um hesin eyka vegskatturin skal gjaldast upp á eitt ár, ella kanska yvir fleiri?
Eitt er vist: so ella so skal peningurin gjaldast aftur til landskassan!