Hvør skal hava ketuna?

Hetta er, sambært okkara lokala blað, mest áhugaverdi spurningurin, nú býráðsvalið nærkast. Hetta sjónarmið kunnu vit, ið umboða Javnaðarflokkin í býráðnum: Torleif Sigurðsson og Eyðgunn Samuelsen, sum so taka undir við.


Hvat fylgir við ketuni?

Tað, ið vit tó halda vera enn meira áhugavert, enn svarið til omanfyrinevnda spurning. Hvørjari støðu er býur okkara í eftir 4 ár við sitandi samgongu, og hvat skal til fyri at varðveita og menna býin komandi 4 árini. Hetta er nokk tann spurningurin, ið borgarin í Klaksvík hevur krav uppá at fáa svaraðan. Á hesum stað vilja vit royna at geva okkara svar til henda spurning.


Býráðssetan 1996-2000

Vit vóru, sum áður nevnt, vald í býráðið og komu at sita í andstøðu. Vit avgjørdu frá byrjan at arbeiða sum eitt team, og at vit fóru at royna alt vit kundu, at fáa ávirkan á politikkin, ið fór at vera førdur við at vera realistisk og positiv.

Vit býttu arbeiðið ímillum okkum á tann hátt : Torleif skuldi fáast við vinnuliga partin (havnarnevndin og fíggjarnevndin) og Eyðgunn tann sosiala/mentannarliga partin. Tó so at vit regluliga hava tosað saman, og kunnað hvønn annan, so arbeiðið var samskipað. Vit halda sjálv, at vit hava gjørt eitt rímuligt arbeiði.

Sum dømi kunnu vit nevna tvey av stórmálunum, ið vit aktivt hava viðvirkað til: Fíggingin av kommunuskuldini kom at vera saman við Landsbankanum og Norðoya Sparikassa, og vit hava tvífaldað talið av barnaansingarplássum í Kommununi.


Hvussu er støðan í býnum

Fyri at nevna tað positiva fyrst, so er skuldin minkað rættuliga nógv. Annars er støðan ikki so nógv betri nú enn fyri 4 árum síðani, lítið er til av tøkum peningi og íløgutørvurin er enn alt ov stórur í mun til inntøkuna hjá kommununi.


Mettur Íløgutørvur:

sí talvu


Her kann viðmerkjast, at nógv av tølunum eru ógvuliga varðisliga mett. Hetta er bara fyri at vísa fólkið myndina av støðuni. So heldur enn at tosa um nakra ketu, er spurningurin, hvør vil og torir at fara inn og raðfesta og at greiða veljaranum frá, hvussu raðfest verður.


Politiska gongdin hetta valskeiðið

Tann flokkur og teir persónar, ið nú bjóða seg fram at leiða býin komandi fýra árini, fekk boðð leiðslu og borgmeistarasess við ketu fyri fýra árum síðani. Karsten Hansen stóð í boði at vera borgmeistari tá og hóast press m.a frá sínum egna flokki úr Havnini, vildi hann ikki taka av tá. So nú standa vit og spyrja, hvat er nú hent, tá ið alt er leyst og liðugt hesaferð.

Annars hava teir havt varaborgarstjóran í hesi samgonguni, so teirra møguleiki at mynda gongdina hevur verið rættuliga stórur.


Javnaðarflokkurin torir og vil

Vit leggja ikki so nógv í ketur, men um spurningurin er at leiða býin og taka tær avgerðir og møta teimum avbjóðingum, ið liggja fyri framman, so kunnu vit boða frá, at umboðini hjá flokkinum eru til reiðar at taka av, um so skuldi verið.


Torleif Sigurðsson

og Eyðgunn Samuelsen, www.get.to/eydgunn býráðslimir og valevni hjá Javnaðarflokkinum


Mettur Íløgutørvur: Ár 2000-2005

Útstykking og grundøki 5 mió

Havnagerð 15 mió

Vatnverk 4 mió

Vegagerð 5 mió

Akfør 1 mió

Miðbýur 10 mió

Skúlar 20 mió

Svimjihøllin 20 mió

Ítrottarøki 2 mió

Mentannarhús 5 mió

Kirkjugarðar 4 mió

Barnaansing 5 mió

Eldraíbúðir og sambýli 10 mió

Heilsumiðstøð 10 mió

Teldur og uv-tilfar 4 mió

Tilsamans 126 mió

At ráða yvir komandi 5 árini 80 mió

Munur - 46 mió