Hvør vann í dag? á pall í kvøld

Børn og ung hava allar leiklutirnar, tá Klaksvíkar Sjónleikarafelag fer á pall í kvøld við skemtiliga familjuleikinum Hvør vann í dag?

Tað er Adelborg Linklett, sum hevur sett upp leikin, Hvør vann í dag?, har allir leikararnir eru millum 10 og 15 ára gamlir.
- Tey hava vant dúgliga nú í tveir mánaðir, so nú vóna vit at síggja nógv fólk til framførslurnar, sigur Adelborg, sum lovar, at áskoðararnir fara at stuttleika sær.
Leikurin er um eina gentu, sum skal ansast av fastir síni, tá foreldrini fara at ferðast. Men fastirin er so strang, og vil sleppa at orðna alla tíðina. Tíbetur eigur gentan eina bamsu og eina dukku, og tá gentan sovnar kemur lív í tey trý í dreyminum Og tá verður ikki stuttligt hjá strongu fastrini.
Hvør vann í dag? verður at síggja í Mentanarhúsinum Atlantis í kvøld kl. 19. Nærri fæst at vita um næstu sýningarnar á heimasíðuni www.atlantis.fo.
Atgongumerkið kunnu keypast á Shell Støðini í Klaksvík og í Atlantis hálvan tíma undan sýningunum.