Vøllurin er kritaður. Skírisdag verða 1/8 finalurnar í kappingini um Løgmanssteypið, fjórðingsfinalurnar verða 2. páskadag. Landskappingin fer í gongd um 15 dagar. Lurtarnir á Rás2 kunnu sms´a á nr. 559999 - aftaná kl. 11 - og siga sína hugsan um hvør vinnur FM, hvør vinnur Løgmanssteypið, hvør flytur niður, hvør vinnur 1. Deild og hvør vinnur FM hjá kvinnum. Vit opna eisini telefonlinjuna aftaná tíðindini kl. 11, tá ber til at ringja inn og siga sína hugsan um komandi landskappingina og steypakappingina í fótbólti.