Hvørt atgongumerki stuðlar neyðhjálpini

Tey, ið hava keypt atgongumerki til nýggjárskonsertina, hava nú møguleika at lata ein part av peninginum til neyðhjálpina. Tey kunnu eisini fáa peningin aftur, um tey ikki hava hug at koma til broytta tiltakið

? Nýggjárskonsertin verður framvegis miðdepil í konsertini, men sjálvandi verður hon broytt nakað, staðfestir Poul Jákup Thomsen, ið stendur fyri symfoniorkestrinum.
Hann heldur, at tey 650 fólkini, ið hava keypt atgongumerki til nýggjárskonsertina hjá symfoniorkestrinum, við broytingunum bert fáa enn meiri fyri peningin. Men hava fólk, ið longu hava ognað sær atgongumerkið, broytt hugsan, soleiðis, at tey ikki longur hava hug at koma til konsertina, so kunnu tey nú fáa pengarnar aftur.
? Upprunaliga var ætlanin, at 50 kr. av hvørjum atgongumerki skuldu fara til kransakøku og champagnu, men nú tað verður ein innsavningarkonsert, er tað kanska óhóskiligt. Tí kunnu fólk nú fara framvið í Norðurlandahúsinum og fáa tær 50 krónurnar aftur. Men gera tey ikki tað, fara 50 krónur av hvørjum atgongumerki beinleiðis til neyðhjálpina, greiðir Poul Jákup Thomsen frá.
Broytingarnar, altso um fólk ikki ynskja at koma á konsertina og harvið vilja fáa allar 250 kr. aftur, ella um tey bert ynskja at fáa tær 50 kr. til kranskakøkuna og champagnuna aftur, so má tað gerast áðrenn leygardagin kl 17, uppi í Norðurlandahúsinum.
? Vit hava avgjørt, at geva teimum, sum hava keypt atgongumerki, ein møguleika at stuðla. Um tey ikki biðja um at fáa peningin aftur, so fara 50 kr av hvørjum atgongumerkið tikið til neyðhjálpina, slær Poul Jákup Thomsen fast.
Hann sigur, at hinar 200 kr, fara til at dekka útreiðslur, ið longur eru brúktar, t.d. til nótabløð og tílíkt.

Tíðin rennur sum streymur í á
? Vit arbeiða í løtuni eisini við at gera eina nýggja útseting av sálminum »Tíðin rennur sum streymur í á«. Tað verður »the grand finale« á tiltakinum hjá okkum. Ætlanin er, at symfoniorkestri, saman við Eivør, erns Dalsgarð og Karl Martin Samuelsen skulu seta punktum fyri kvøldinum, við hesi nýggju utsetingini av gamla lagnum, sigur Poul Jákup Thomsen.
Hann sigur víðari, at alt Symfoniorkestri fegnast um, at kunna vera við til eitt slíkt tiltak.
? Vit hava eina ótrúliga stóra medábygd, at gera tað, vit kunnu, fyri at hjálpa í tann mun vit nú kunnu. Sjálvt um vit eru langt burturi, so er tað okkara skylda at hjálpa, tá ein so stór vanlukka rakar ein heimspart. So hetta verður okkara ískoyti, sigur Poul Jákup at enda.